Árið eftir og nøkur fá ár fram varð framsýning hildin á Læraraskúlanum, men skjótt gjørdist greitt, at rúmligari høli kravdust, um alt skuldi sýnast fram. Tí varð framsýningin flutt til tann tá nýggja Eysturskúlan, sum er munandi betur egnaður til hetta endamálið.
Í 1975 verður Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli stovnaður í tí líki, hann hevur nú.
Tó var kvøldskúli hildin bæði í Havn og aðrastaðni í landinum fyri 1975. Tá fleiri søktu gjøgnum kommunurnar skúlamyndugleikarnar um góðkenning eftir lógini frá 11. mai 1935 um »Tilskud fra Staten og Skolefondene til Ungdomsskoler og Aftenskoler«. Nýggj føroysk lóg um frítíðarundirvísing v.m. kom í juni 1983 og henda lógin virkar óbroytt enn.
25. framsýningin verður sett leygardagin 15. apríl 2000 kl. 14.00 á Eysturskúlanum av Leivur Hansen borgarstjóra og er opin leygardagin til kl. 19. Pálmasunnudag 16. apríl er framsýningin opin millum kl. 14 og 19.
Á framsýningini verður eisini sangur og tónleikur at hoyra. Hesar báðar dagarnar hevur Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli eisini framsýning í Veviskúlanum í Gamla Reinsarínum í Tórsgøtu 5.