Tað verður eingin kommunusamanlegging millum Tórshavnar kommunu og Kvívíkar kommunu. Tað hevur Tórshavnar kommuna samtykt á afturlætnum býráðsfundi í kvøld.
Tað er eftir áheitin frá Kvívíkar kommunu, at Tórshavnar kommunu hevur viðgjørt málið í kvøld. Men hjá Tórshavnar kommunu er als áhugi fyri samanlegging við Kvívíkar kommunu, tí als eingin býráðslimur atkvøddi fyri.
Úrslitið var umframt tað at eingin atkvøddi fyri at fimm atkvøddu ímóti, meðan seks atkøvddu blankt.
Tey, ið atkvøddu ímóti vóru Bogi Andreassen, Marin Katrina Frýdal, Jógvan Arge, Jákup Símun Simonsen og Jan Christiansen.
Maria Hammer Olsen úr Javnaðarflokkinum og Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum vóru ikki á fundi.