Tórshavnar Kommuna verður øgilig

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í kommunumálum, hevur nú góðkent, at Vestmanna og Kvívík skulu leggja saman við Tórshavnar Kommunu.

Sostatt eru útlit til, at Tórshavnar Kommuna fer at veksa øgiliga nógv í vavi og fer at fevna um alla Streymoy, uttan Sundalagið.

Í hesum sambandi hevur hon boðað teimum trimum kommunum frá, at hon hevur tikið til eftirtektar tær fráboðanir, sum Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava sent Innlendismálaráðnum um at tær vilja leggja saman við Tórshavnar Kommunu.

- Tá ið báðar kommunur hava valt somu eind, verður staðfest, at eind 5, sum er Streymo í lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv skal umfata Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommunur.

Samstundis verður hetta eindin, ið hesar tríggjar kommunurnar skulu halda seg innanfyri í sambandi við sjálvbodnar samanleggingar ella kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur, sigur Helena Dam á Neystabø