Tórshavnar kommuna høvuðsstuðul hjá Tjóðveldi

Tórshavnar kommuna er høvuðsstuðul í kanningini, sum Sjúrður Skaale, hevur gjørt millum útisetar í Danmark. Tað stendur at lesa á portalinum í morgun. Kommunan sum eg búgvi í og gjaldi skatt til, er høvuðsstuðul undir Tjóðveldi og Norðuratlantsbólkinum viðvíkjandi einari partapolitiskari kanning um, hví so nógvir av mínum landsmonnum hava valt at búsett seg í Danmark

Er tað rímiligt at vit sum skattgjaldarar skulu tvingast til at stuðla einum politiskum flokki, sum nógv av okkum ikki taka undir við, við teirra átaki?

 

Eru 3,6 mió. krónur ikki nóg mikið?

Eftir fólkatingsvalið í november 2001, skipaði fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldisflokkinum, saman við grønlendsku fólkatingsmonnunum ein tingbólk, sum verður kallaður Norðuratlantsbólkurin. Hesin bólkur hevur sambært skipanini fyri tingbólkar á Fólkatingi rætt til at fáa eina grundupphædd á umleið kr. 60.000 um mánaðin fyri hvønn tinglim, umframt eina sokallaða ”mandatupphædd” sum er umleið kr. 40.000 um mánaðin pr. tinglim. Hesar inntøkur koma afturat sjálvari lønini hjá fólkatingsmonnunum.

Alt í alt merkir hetta, at Norðuratlantsbólkurin fær umleið 300.000 krónur um mánaðin ella umleið 3,6 mió. krónur um árið frá Fólkatinginum, til at gjalda lønir til skrivstovufólk, halda ráðstevnur og gera kanningar fyri, umframt sjálva lønina hjá tingmonnunum. Hetta er ein stór upphædd, sum kemur afturat stuðlinum frá Tórshavnar kommunu.

Endamálið er ikki at finnast at sjálvari kanningini ella teimum vinnulívsfólkum, sum hava valt at stuðla kanningini. Tað er teirra fría val. Men er tað nú rætt av eini kommunu at brúka skattakrónur til at stuðla eini partapolitiskari kanning?

Arbeiðslagið er tað sama sum við Hvítubók, har embætisfólk vórðu sett til at gera arbeiðið, men aftaná varð bókin brúkt partapolitiskt til at geva politiska boðskapinum tyngri vekt. Tann sum setti spurnartekin við fullveldisætlanina fekk at vita, at hetta var tað, sum serfrøðingarnir søgdu.

Kunnu vit trúgva, at ein politiskur flokkur ger eina politiskt óhefta kanning?