Talan er um ein faldara við upplýsingum um átøk og ætlanir hjá politiska myndugleikanum og umsitingini í kommuni.
Fyritøkan hjá Tórfinn Smith, Rit&Ráð, fekk tólv túsund krónur fyri at skriva og leggja faldaran til rættis.
Leivur Hansen helt, at talan var um eitt brot á kommulógina, og hann segði seg vilja fara víðari við málinum.
Eisini málið viðvíkjandi mannagongdunum kann hugsast at fara til ein landsmyndugleika til støðutakan.
Jan Christiansen helt, at hetta var at gera nakað burturúr ongum. Hann vísti, at Tórfinn Smith eftir hansara tykki var væl kvalifiseraður til uppgávuna. Eisini nýtti borgarstjórin nógva tíð til at vísa á, at hesin faldarin var væl bíligari enn ein bóklingur, ið varð givin stutt undan síðsta kommunuvali ? tá Leivur Hansen var borgarstjóri.