Tórførari hjá føroyingum at síggja enskan fótbólt

Nú fer tað at vera tórførari hjá nógvum føroyingum at síggja enskan fótbólt í sjónvarpinum.

 

Canal Digital, sum hevur víst enskan fótbólt í Føroyum í fleiri ár, hevur nú mist hesi rættindini.

 

Tað merkir, at hetta kappingarárið, sum nú byrjar, er tað seinasta, sum verður víst á Canal Digital, sum hesi seinastu árini hevur víst Premier Leauge á Kanal 6.

 

Men tá ið kappingarárið 2013 byrjar, er tað Viasat, sum hevur rættindini til at vísa bestu ensku fótbóltsdeildina og tann rættin eigur Viasat í trý ár.

 

Hetta hevur Viasat boðað frá í tíðindaskrivi.

 

Viasat fer at vísa Premier League á rásunum hjá TV3 og avtalan ber í sær, at TV3 fær einkarætt til at senda 280 dystir í Premier League, umframt rættindini til eisini at senda hinar 100 dystirnar, tilsamans allar 380 dystirnar.

 

Kim Poder, stjóri í TV3, stórfegnast um avtaluna.

 

- Hetta merkir, at nú hava rættindini at senda allan tann besta fótbóltin.

 

Tað, hann sipar til, er, at TV3 hevur eisini rættin til at senda Champions League.

 

Og hann lovar eisini at sendingarnar frá Premier League, verða góðar.

 

Vit hava drúgvar royndir í at senda frá stórum fótbóltskappingin og vit miða eftir at lyfta frásagnirnar frá Premier League upp á eitt annað stig.

 

Hetta fer at gera tað tórførari hjá nógvum føroyingum at síggja Premier League ú sjónvarpinum.

 

Siginalið frá Viasat røkkur ikki so langt, at tað er bara við eini sera dýrari risa parabol, at tað ber til at síggja tað í Føroyum.

 

Televarpið vísir TV3 rásirnar, men tað sæst ikki í fleiri bygdum í Føroyum.

 

Spurningurin er so, hvørjar útbyggingarætlanir, Televarpið hevur hetta næsta árið.

 

Og hetta merkir so eisini, at vilja tey, sum frammanundan hava Canal-Digital, framvegis síggja heimsins bestu fótbóltsligu, noyðast tey at fáa sær Televarp.