Tórbjørn vil hava russlandssáttmálan á tingborð

Tey fyrstu árini eftir at millumtjóða sáttmálar vórðu gjørdi millum Føroyar og onnur lond um fiskirættindi, var tað vanligt, at hesir vórðu lagdir fyri tingið. Hann spyr nú løgmann um hesi viðurskifti

Fleiri røddir eru nú á tingi sum halda, at russlandssáttmálin átti at verið viðgjørdur í politisku skipanini. Eisini Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, fer at seta løgmanni fyrispurning um hetta á tingfundinum í morgin.

Hann spyr løgmann, um hann hevur ásett nakað mark fyri, nær millumtjóða sáttmálar eru somikið týdningarmiklir fyri føroyska samfelagið, at teir eiga at vera lagdir fram á tingborð til umrøðu og møguliga avgerð?

Í øðrum lagi spyr hann løgmann, um hann heldur, at nýggi fiskirættindasáttmálin millum Rusland og Føroyar, fyri árið 2009, er av slíkum slagi, so týdningarmikil, at landsstýrið átti at lagt hann til umrøðu og avgerð tingsins?

Í triðja lagi vil hann hava at vita, um løgmaður er nøgdur við sáttmálan, bæði viðvíkjandi búskaparligu javnvágini landanna millum og nýggja býtinum ímillum vinnuligu áhugamálini í Føroyum?

Tórbjørn Jacobsen sigur í viðmerking til fyrispurningin, at nógv tey fyrstu árini, eftir at millumtjóða sáttmálar vórðu gjørdir millum Føroyar og onnur lond, um fiskiveiðirættindi, var tað vanligt, at hesir vórðu lagdir fyri tingið, áðrenn teir kundu góðkennast sum verandi galdandi.

- Hendan siðvenjan varð síðani niðurlaðað, slept, og landsstýrið hevur síðani suverent átt ræðisrættin hesum viðvíkjandi. Fyrst Fiskimálaráðið, og nú tykist Uttanríkisráðið eisini at hava fingið ein ávísan leiklut í so máta.

Hann sigur, at sáttmálin við Rusland er rammusáttmáli, sum samráðst verður um ár fyri ár. Sum so er nýggja avtalan, sum nú er undirskrivað á samráðingarferð í Arkangelsk, bert ein spurningur um at áseta nýggj virðir í einum sáttmála, sum var til frammanundan, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Hann vísir eisini á, at nú hevur nakað av kjaki verið um nýggju ásetingarnar, sum bøta um møguleikarnar í Barentshavinum, meðan veiðirættindini hjá eitt nú nótaflotanum, og partvíst ídnaðarflotanum, eru munandi skerd. Umboð fyri vinnuna hava ikki spart krútið, í einum lemjandi kritikki av landsstýrismanninum, sum hevur átikið sær ábyrgdina, tí samráðingarnevndin samráddist út frá einum greiðum politiskum mandati, sum hon hevði við sær í skjáttuni. Mong undrast á úrslitið, sum eftir øllum at døma er til greiðan fyrimun fyri russar, ímeðan býtið innanlands er endað í tí margháttliga lutfalli, at landsstýrið hevur keypt eina størri nøgd av toski og hýsu í Barentshavinum og goldið afturfyri við makreli og svartkjafti, sum serliga nótaflotin hevur fiskað Føroyum rættindini til.

- Virðið á sáttmálanum telur fleiri hundrað milliónir krónur, sum er ein rímiligur partur av útflutningsvirði landsins, tí er spurningurin, um hann ikki kemur undir ásetingina í §52 stk. 2, at vera somikið týdningarmikil, at hann eigur at vera lagdur fyri Tingið til umrøðu og avgerð. Spennandi verður at frætta hvat ovasti politiski leiðari landsins sjálvur heldur um nýggja sáttmálan, bæði um búskaparligu javnvágina og um nýggja býtið ímillum skipabólkarnar. Kanska hevur løgmaður eisini eitt boð uppá, um ikki allir sáttmálar av hesum slagi aftur áttu at verið lagdir fyri Tingi til umrøðu og avgerð, sigur Tórbjørn Jacobsen. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, skal svara spurninginu á tingfundinum í morgin.