Tórður Thomsen hevur royndarvant í Ìslandi

Stóra íslendska blaðið ?Vísir? veit at siga á netsíðu sínari, at Tórður Thomsen var og royndarvandi við BÍ/Bolungarvík á Vestfirðum farna vikuskiftið.

 

Tórður Thomsen vardi málið hjá BÍ/Bólungarvík í einum venjingardysti ímóti Leiknir. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Guðjón Þórðarson, sum er venjari hjá BÍ/Bolungarvik sigur, at hann var væl nøgdur avrikið hjá Tórði Thomsen.

 

Guðjón Þórðarson og Tórður Thomsen kennast frá tí, at Tórður Thomsen á sinni royndarvandi við enska liðnum Crewe Alexandra, tá Guðjón Þórðarson var venjari har.

 

Guðjón Þórðarson sigur við Vísir, at nærri verður at frætta frá málinum í nærmastu framtíð.

 

Fyri stuttum skrivaði Tórður Thomsen annars undir sáttmála við B68, so óivað eru nakrir leikir at telva uppá pláss, um Tórður Thomsen skal til Vestfirðir at verja málið hjá BÍ/Bolungavik.