Neli Heldarskarð, praktikantur
Starvslæra: 15 ára gamli Tórður Dam Jacobsen er í starvslæru hjá Sound Check tvær tær komandi vikurnar. Hann gongur í 9.A. í Skúlanum á Argjahamri.
Hví valdi tú Sound Check?
- Tí at mær dámar tónleik sera væl. Og eg haldi, at tað er læruríkt at fara í ein tónleikahandil. Eg dugi ikki serliga nógv innanfyri tað tekniska. Eg rokni við, at eg fari at læra nógv, meðan eg eri her.
Hvat gert tú?
- Eg ruddi og seti ting upp á pláss. Í dag hava vit m.a. sett tvey klaver saman. Eg havi eisini spælt nógv við gittara, tá eg ikki havi havt so nógv at gera.
Hvussu dámar tær at vera hjá Sound Check?
- Mær dámar tað sera væl.
Hevði tú kunnað hugsað tær at arbeitt her í framtíðini?
- Ja, tað hevði eg væl kunnað hugsað mær.