Tórður: Eg hevði gjørt tað umaftur

Europa League: Málverjin hjá B36 ásannar tó, at hann helst ikki hevði fingið loyvi til tað

Tórður Thomsen, málverji hjá B36, átti mest umtalaðu støðutakanina í seinna Europa League dystinum móti estiska Nomme Kalju, sum vann 2-1 og samanlagt 4-2. Tríggjar minuttir fyri tíð fór Torður Thomsen framvið í horna, sum endaði við at Nomme Kalju avgjørdi uppgerðina í mótálopi, har bólturin bleiv trillaður í eitt tómt mál.

 

Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

B36 skuldi hava eitt mál fyri at klára samlaðan javnleik og umdyst. Tí tók Tórður Thomsen avgerð um at fara framvið til horna, hóast tað enn vóru tríggir minuttir eftir, umframt tíðina, ið dómarin legði afturat.

 

- Vit fáa fyrst eitt fríspark í 87. minutti í høgru síðu. Eg hyggi út á bonkin, men eg fái ikki eygnakontakt við nakran. Frísparkið førir til eitt hornaspark, eg hyggi aftur út, men heldur eingin reaktión. Hetta hornasparkið førir so til enn eitt hornaspark. Hesa ferð rópi eg út á bonkin, og spyrji um eg skal fara fram. Jákup á Borg smílist, og eg tulki tað sum, at tað er í lagi, sigur Tórður Thomsen, sum er vónbrotin av útfallinum, men stendur við at tað var vert at satsa.

 

Les eisini: (Jákup á Borg) Rætt at satsa

 

- Eg var sannførdur um, at eg fór at skora, og hóast tað var nær við, so skuldi tað ikki verða. Sæð í bakspeglinum vísir tað seg at vera ein feilur. Hinvegin hevði eg gjørt tað umaftur, um eg fekk kjansin. Eg eri bara ikki so vísur í, at Jákup á Borg loyvir mær fram aftur, sigur ein smílandi Tórður Thomsen.

 

Leggur ikki í kritikkin

Hann stendur við, at tað var vert eina roynd, tí B36 skuldi hava mál. Málverjin leggur ikki so nógv í kritikkin, ella hvør hevur skyldina málinum.

 

-  Eg leggi ikki so nógv í kritikkin og hvørjum fingurin verður peikaður eftir. Vit høvdu eitt mál í gjár, og tað var at koma víðari. Eg hevði angrað tað meiri, um eg ikki var farin framvið og vit endaðu við at spæla javnt, sigur Tórður Thomsen.

 

Les eisini: (Raportaga) Vónin skolaði burtur í reginum í Gundadali

 

Hann hevur verið fyri nógvum kritikki fyri avgerðina, tí mett var at hann gjørdi ov skjótt av, tí tað restaðu tríggir minuttir, umframt yvirtíð.

 

- Eg kann gott taka ábyrgdina av málinum, men eg vil heldur hava roynt og tapt, enn bara tapt, sigur Tórður Thomsen at enda.

 

B36 tapti samanlagt 4-2. KÍ, NSÍ og B36 eru øll úti av Europa League í ár.