Tónleikavikuskiftið í Keypmannahavn

Føroyahúsið í Keypmannahavn spennir seg út næsta vikuskiftið við risa konsert- og dansiskrá, nevyan hevur húsið á Vesterbrogade lagt pall til so nógv og stór tónleikanøvn.

Lagt verður fyri fríggjakvøldið við konsertum við Eivør Pálsdóttir, Terja Rasmussen og Róki Jakobsen. Kvøldið endar við at Terji aftur fer á pall á einum náttkafé tiltaki.

Leygarkvøldið 8. spetember er ikki minni spennandi, tá Høgni Lisberg, Jensina Olsen og Høgni Reistrup fara at spæla konsertir. Áðrenn kvøldið endar við dansi við Eyðuni Nolsøe. atgongumerki kunnu keypast í forsølu í Føroyahúsinum.