Tað eru ikki einans lærarar, candidatar og journalistar sum bjóða seg fram at stýra landinum. Tveir tónleikarar hava nú boðað frá, at teir vilja stilla upp og inn í tingið at eitt nú betra um korini hjá tónleikarunum í landinum.
Hergeir Staksberg bjóðar seg fram fyri Sambandsflokkin, meðan Petur Pólson er á listanum hjá Tjóðveldi.
Báðir eru teir kend andlit í føroyska tónleikaheiminum, og hava verið við til at myndað tónleikagongdina seinastu 10 árini.
Petur Pólson kenna vit best frá bólkinum Clickhaze, sum á sinni vann Prix Føroyar. Meðan Hergeir Staksberg hevur spælt í bólkinum Makrel í nærum 10 ár.
Petur hevur síðani 2005 útgivið tríggjar fløgur sum solistur, og Hergeir er farin undir eina nýggja verkætlan nevniliga bólkin Steso.
Báðir eru teir samdir um, at verða teir valdir á ting, ja, so skal tónleikurin kortini raðfestast høgt.
Sosialurin hevur samrøðu við Hergeir og Petur í blaðnum, sum kom á gøtuna í dag.