Fyrsta dagin í hesum árini fór Tónleikagrunnur Norðoya Sparikassa alment at virka.
Fyrstu umsøknirnir eru longu komnar til grunnin, og nógvir fyrispurningar hava verið, síðani sparikassin á føðingardegi sínum í heyst setti nýggja grunnin á stovn.
? Vit eru rættiliga spentar uppá at finna út av, hvønn leiklut nýggi grunnurin fer at fáa, sigur Gunnar Nolsøe, sum er marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassi. Saman við honum sita tvey onnur starvsfólk í sparikassanum í nevndini fyri grunnin.
Norðoya Sparikassi er ikki sinnaður at upplýsa, hvussu nógvar umsøknir eru komnar, ella hvussu nógvar pengar grunnurin hevur at ráða yvir. Men ein sekssiffrað krónuupphædd er í grunninum.
? Umsøknirnar, sum vit hava fingið, eru fjølbroyttar, og tær snúgva seg um nógv annað enn bara um stuðul til fløguútgávur, sigur Gunnar Nolsøe.
? Harafturat hava vit havt nógvar fyrispurningar, og teir fara ivaleyst at hava við sær, at vit fáa enn fleiri umsøknir hendan mánaðin.
Fáar men
munagott
Fyrsta freistin fyri at lata grunninum umsøkn um stuðul er 1. februar. Allar umsøknirnar verða so viðgjørdar áðrenn næstu tíðarfreistina, sum er 1. juni, og triðja freistin á árinum er 1. oktober.
Norðoya Sparikassi ætlar at tónleikagrunnurin skal lata stuðul til ymisk tónleikalig endamál, tað veri seg marknaðarføring, útbúgving ella onnur tiltøk, sum hava samband við tónleik.
? Reglugerðin gevur okkum møguleika at lata stuðul til alskyns ætlanir, sum hava við tónleik at gera, men vit fara at halda fast um tann poltikk, at vit játta stuðul til fáar umsøknir. Tá vit lata stuðul, verður tað við eini upphædd sum veruliga munar, sigur marknaðarleiðarin í Norðoya Sparikassa.
Reglugerðin fyri Tónleikagrunn Norðoya Sparikassa er at finna á heimasíðuni hjá sparikassanum.










