- Málið er at fáa tænastuna nærri til brúkaran. Skjalastýringin skal økja tænastuna til borgaran og fer at snúgva seg meira um, hvat ein stovnur ella ein fyritøka kann bjóða borgarum og ikki so nógv um, hvussu stovnurin skipar seg inneftir, sigur Edvard Remberg, stjóri á Formula.fo.
Skjalastýring er eitt týdningarmikið amboð serliga hjá almennum stovnum, tí teir hava skyldu til at skjalprógva og skjalfesta allar avgerðir. Upprunaliga var talan um eitt fysiskt skjalasavn. Seinni hava tey flestu fingið eina elektroniska journal, og pappírsgoymslan er nógvastaðni slept. Áður var ikki gjørligt at skanna pappír, tí goymslan var ov lítil, men telduorkan ger, at tann trupulleikin er burtur.
Formula.fo hevur longu nógv ár á baki við skjalastýring og hevur seinastu tíggju árini góðar royndir við skipanini DocuLive, sum er ment av Software Innovasion. DocuLive, sum byrjaði við NoArk, verður nú til Grow Business Solution, og framtíðin sær spennandi út.
Málið við skjalastýringini er at økja tænastustøðið. Tað kann gerast við, at ein stovnur hevur ein portal, har borgarin sjálvur kann avgreiða einfaldar tænastur. Hann kann sjálvur skráseta síni børn til fyrsta flokk, søkja um grundstykki, søkja um ansingarpláss og so framvegis. Alt samdøgrið.
Í staðin fyri javnan at ganga á stovnin, kann borgarin so fylgja sínum máli, síggja hvar tað liggur, og hvussu gongst við at fáa tað avgreitt. Harvið lætnar arbeiðsbyrðan hjá stovninum, og tænastustøðið verður betri.
Skjalastýring í framtíðini verður meira intelligent, og karmarnir verða flótandi fyri, hvat er skalastýring, og hvat er er onnur dátuviðgerð. Málini verða sjálvlærandi. Tað skal skiljast soleiðis, at skipanin leitar eftir fordømum, so málsviðgerðin hevur lættari við at taka eina avgerð, sum er rættvís.
Danski staturin hevur stungið út í kortið, hvussu skjøl skulu handfarast í framtíðini, og Grow Business er ein partur av hesum. Grow Business er soleiðis hættað, at tú kanst byrja spakuliga og víðka skipanina so líðandi. Tú kanst byrja spakuliga, hóast tú hugsar stórt.
Skipanin verður sett í verk í løtuni og fer í framtíðini at loysa Doculive av. Á KT-stevnuni fer Formula at vísa fyrsta stigið á leiðini, WWW SAG.
Stovnað: 1986
Starvsfólk: 65
Stjóri: Torkil Holm Petersen
Virkisøki: Tólbúnaður, net- og datasamskifti og ritbúnaður