Tín lagna - tín avgerð?

Tey flestu okkara hava eina kenslu av, at vit sjálvi hava ræðið á hvønn veg tilveran ber. Og alt samfelagið byggir á, at fólk kunnu ábyrgdast persónliga fyri sínar gerðir. Íroknað rættarskipanin. Men henda einfalda hugsan fær nú mótstøðu frá bæði heimspekingum og heilagranskarum

Hvør ræður yvir tíni lagnu? Tey flestu munnu ímynda sær, at tey sjálvi taka støðu - við støði í rationellari vigan av øllum hugsandi møguleikum. At tey, so ella so, sjálvi sita í stýrihúsinum í egnari tilveru. Hugsanin um frælsan vilja stingur djúpt í okkara samfelag og vesturlendsku mentan. Og at siga annað er halgibrot, tí frælsi viljin er grundarlagið undir bæði okkara samfelag og rættarskipan. Hvussu kunnu vit døma onkran, um viðkomandi ikki hevur frælsan vilja? Og fyri tey flestu kennist tað náttúrligt, at tað eru tey sjálvi, sum taka avgerðirnar. Men kanska vit skulu steðga á og hugsa okkum eitt sindur um.


Nýggj gransking gevur greiðar ábendingar um, at nógv týðandi økir í lívinum eru uttanfyri okkara tilvitaðu ávirkan. Eitt nú velja vit hvørki hvørjar moralskar sannføringar vit hava, ella hvørjum maka vit falla fyri.


Politikkur snýr seg um at viga argumentini, og við útgangsstøði í grundgevingum taka støðu, ikki so? Men hvørjumegin høgra/vinstraásin tú ert, kann væl vera ein spurningur um lyndi og persónstypu, heldur enn nakra reina rationella vigan av teimum bestu argumentunum. Politikkur er kenslustýrdur. Hetta er ein staðfesting frá fleiri sosial sálarfrøðiligum kanningum. So ella so, eru vit eitt produkt av ótilvitaðari heilakemi, uppvøkstri og umhvørvi.


Heitt kaffi og tú sigur ja

Kann ein koppur av kaffi verða við til at avgera, hvørt tær dámar onkran betri ella verri? Ein roynd á Yale University, har luttakarar vóru spurdir um teir høvdu sett vegleiðaran í eini spurnarkanning í eitt týðandi starv, vísti, at teir lutakarar, ið høvdu fingið ein heitan kopp av kaffi frá vegleiðaranum áðrenn spurnarkanningina, í flestu førum søgdu ja til at seta vegleiðaran í starv og róstu honum stórliga. Ímeðan teir, ið ikki høvdu fingið kaffi søgdu nei, og brúktu orku uppá at geva rationellar grundgevingar fyri, hví teir ikki vildu givið vegleiðaranum starv. Men kaffi var ongantíð partur av formellu grundgevingini.


Einfalda frágreiðingin var, at hitin frá kaffinum ávirkaði kenslurnar positivt hjá fyrru luttakarunum, uttan at teir vóru tilvitaðir um tað. Tí eingin týðandi munur var á luttakarum ella kanningarframferð annars. Men júst hvussu ávirkilig eru vit? Dømi við kaffi effektini kann helst tykjast trivielt, men sosialsálarfrøðin hevur leingi sýnt stóran áhuga fyri sosialari ávirkan og bólkatrýsti á væl meiri álvarsomum økjum.


Eru summi óndari enn onnur?

Aftaná seinna heimsbardaga sótu nógv eftir við einum brennandi spurningi: Hvussu ber tað til, at vanligir týskir borgarar undir nazistastýrinum, høvdu framt so grov brot mótvegis mannaættini? Gasskømur og etnisk útruddan vóru normurin í nazitýsklandi. Hvussu kundu - annars - vanlig fólk fáast at luttaka í nazieksperimentinum? Var okkurt øðrvísi við týskarum, enn flest øðrum fólkum? Amerikanski sosialsálarfrøðingurin Stanley Milgram setti sær í 1961 fyri at gera eina røð av royndum fyri at koma fram til, um tað nú bert vóru týskarar, ið kundu yvirtalast til óndskap. Hesar royndir eru síðani endurtiknar fleiri ferðir í fleiri londum.


Royndirnar fóru upprunaliga fram á Yale University í USA. Lutakarar vóru óvitandi um, at Stanley Milgram hevði sett sær fyri, at royna hvussu lýðin tey vóru ímóti boðum frá myndugleikum. Lutakarar fingu at vita, at teirra leiklutur var at vera lærari, og at handan ein vegg sat ein annar luttakari, ið var heftur at einum streymtóli. Tann ið fekk leiklutin sum lærari, skuldi geva tí sum sat handan veggin streym – við økjandi voltum heilt upp til 400 volt - hvørja ferð viðkomandi svaraði einum spurningini á einum spurnarblað skeivt. Og so hvørt tann við læraraleiklutinum økti streymin á tólinum ýldi og græt luttakarin handan veggin.


Luttakarar fingu at vita, at uppgáva teirra var at royna innlæringarevnini hjá tí handan vegginum. Í veruleikanum sat ein sjónleikari handan veggin og eingin veruligur streymur var brúktur. Við síðuna av luttakaranum við lærarauppgávuni, sat ein vísindamaður í hvítum klæðum, ið áhaldandi eggjaði honum til at halda áfram hvørja ferð hin svaraði skeivt, við orðum ”royndin krevir, at tú heldur áfram”.


Úrslitini skakaði heimin: Av 1000 tilvildarligt úrvaldum amerikonskum ríkisborgarum, fóru 65 % heilt upp til 450 volt eftir boðum frá vísindamanninum við síðuna av. Um royndin var verulig, vildi hetta tikið lívið av næminginum handan veggin. Tulkingin var greið: Vanlig fólk kundu, undir røttu umstøðunum, fáast til at fremja beinleiðis óndskap – um tað tænti einum hægri endamálið og var undir boðum frá einum virdum myndugleika. Í hesum førinum við vísindaligum endamálið.


Phil Zimbardo, professari í sálarfrøði á Stanford, hevur samanborið hesar royndir við veruligan hernaðarligan tortur frá illa sædda Abu Ghraib fongslinum í Irak. Niðurstøða hansara er, at fólk, ið annars eru góðvarin í gerandisdegnum, kunnu fáast at fremja veruligan óndskap undir ávísum umstøðum. Eitt nú eftir boðum frá einum virdum myndugleika omanfyri seg, teirri ”røttu hugsjónini”, og við at spæla ávísar leiklutir, sum er ein annar enn teirra veruliga eg. Við øðrum orðum: Um fólk kunnu skumpa ábyrgdina frá sínum egna persóni. Tað er millum annað ein orsøk til, at herfólk ganga í ávísum eyðkennisbúnum – tey gerast tá meiri lýðin boðunum frá øðrum, tí teirra leiklutur verður ópersónligur og goymdur undir hernaðarleiklutinum. Tey megna at skilja egnan persón frá gerðunum.


Frælsur vilji ein illusión

Vit eru í stóran mun innrættaði til at gera eftir boðum. Hetta er partur av okkara evolutioneru søgu, for good or worse. Okkara yvirliving hevur verið tengd at álitið á myndugleikum, foreldrini fyrstu tíðina í lívinum. Hetta er orsøkin til, at fólk fara langt fyri at passa inn. Evolutionert sæð kostaði tað ov nógv at liva uttanfyri ráðandi sosiala bólkin og hansara normar. Spurningurin er tí, hvussu sjálvstøðug vit í roynd og veru eru.


Sam Harris, heilagranskari og heimspekingur, argumentarar í bók síni ”Free will” fyri, at heimspekiligt er frælsur vilji absurdur. Í roynd og veru er okkara egna val sera avmarkað. Tú velir ikki hvørji tíni foreldur eru, hvørji genir tú ert gjørdur av, hvussu tín heilakemi virkar, hvussu uppvøkstur tín er, hvørjum umstøðum tú møtir ella hvørjar hugsjónir gerast partur av tær. Harnæst hevur heilagransking staðfest, at bert ein brotpartur av okkara heila er tilvitaður. Meginparturin er ótilvitað virksemi, ið vit als ikki eru tilvitað um. Ein stórur partur av hesum virksemi heldur okkum á lívið, eitt nú hjartarútma og andadráttur. Tað hevur einki við persónligt val at gera.


Sam Harris nýtir okkara tankar sum dømi. Hvaðani koma hesir tankar? Tú velir ikki tínar tankar, men gerst fyrst tilvitað/ur um teir, tá teir koma til sjóndar í sinninum. Heilaskanningar hava víst, at økir í heilanum skráseta tankar áðrenn vit sjálvi gerast varug við teir. Hetta kann geva eina ábending um, at menniskja kanska er meiri flótandi enn okkum líkar. Og at tey val, sum koma til sjóndar í okkara tilvitan altíð eru sera sjálvavmarkandi – og avmarkað okkara valmøguleikar nógv.


Sam Harris, heilagranskari, hevur ført fram, at spurningurin um frælsan vilja í roynd og veru er størsta moralska avbjóðingin modernaði heimurin stendur fyri. Spurningurin hevur eitt nú ávirkan á, hvussu vit skoða rættvísi og rættarskipan. Um tú hevði júst somu lívfrøði, heila, lyndi, uppvøkstur og umstøður sum eitt brotsfólk, er sannlíkt, at tú vildi gjørt tað sama sum tað, um hendingar og umstøður vóru til staðar.


Hetta merkir ikki, sambært Sam Harris, at vit skulu halda uppat at revsa og byrgja fólk inni, tá tað umræður okkara egnu trygd. Men okkara fatan av frælsum vilja er avgerandi fyri, hvørt rættarskipanin í framtíðini fer at hava dóm og ábyrgd sum grundarlag, ella um tað í størri mun fer at hava samfelagsverju sum grundarlag. Sambært Sam Harris vil ein fatanarbroyting av frælsum vilja sum heild elva til eitt meiri empatiskt og náðifult samfelag. Við eini størri tilvitan um tær kreftir sum mynda eitt menniskjan uttanum tess egnu tilvitan.