Í morgun hevði Mads Winther, rektari á Studentaskúlanum í Hoydølum, saman við næmingaráð skúlans kallað allar næmingarnar inn til fund. Orsøkin var veitslan, sum var á skúlanum leygarkvøldið.
Nógv var gjørt burtur úr fyri at fáa hesa veitslu so góða sum gjørligt. Samkomuhøllin var pyntað, tónleikur skuldi framførast, ein filmur var gjørdur til kvøldið og skuldi eisini vísast. Men hetta fór við so nógvum í vaski, tí nakrir næmingar ikki dugdu at uppføra seg sum vanlig fólk.
Tveittu við mati
Tað sum upprunaliga skuldi vera ein festlig og stuttlig veitsla, endaði sum ein reguler apuveitsla. Nakrir næmingar, sum ikki dugdu sær hógv, hoppaðu uppi á borðunum, kleyraðu í matinum og tveittu hann eftir hvørjum ørðum. Samkomuhøllin sá snøgt sagt ræðulig út, og líktist hvørki einum ella øðrum hesa løtuna.
Men tað var ikki einans í auluni, at hesir ólátaðu næmingar gjørdu um seg. Undir borðhaldinum fingu teir fleiri at vita, at nú máttu teir taka seg saman og uppføra seg sum fólk, men hetta rein ikki við. Heldur hildu teir fram við garterilsinum á miðhædd skúlans, har teir tóku ein pulvursløkkjara og tømdu hann út um alla hæddina.
Næmingaráðið tók ábyrgd
Tá hetta hendi handlaði næmingaráðið beinanvegin. Tey tóku ábyrgd og endaðu veitsluna umgangandi. Klokkan var tá farin nakað av midnátt. Uttan iva ætlaðu mong sær at halda longri á enn hetta, men tá vórðu øll sum ein tveitt úr skúlanum, tí nú var ovboðið.
Síðani var upptakið eftir – og tað var ikki hissini upptak. Pulvur fylti alla miðhæddina, og kom allan vegin niðurundir í forhøllina eisini. Hetta kravdi sjálvandi, at fleiri fólk máttu koma at rudda og vaska.
Aulan líktist einum køsti, og ótangarnir høvdu veruliga gjørt sær ómak við at órudda og dálka mest møguligt, so borðini máttu vaskast á báðum síðum.
Í morgun, tá Sosialurin vitjaði uppi í Hoydølum líktist skúlin sær sjálvum. Har var reint og ruddiligt og lítið sást til, at skúlin dagin fyri hevði verið fullkomiliga endavendur. Tað einasta, sum sást á skúlanum var, at tvær stovur vóru stongdar, sum ein beinleiðis avleiðing av hurlivasanum leygarkvøldið.