Tølini høvdu alt at siga

NSÍ venjarin ásannar, at leikliga avrikið kundi havt verið meiri sannførandi, men hann heldur, at hansara lið ofta hevur verið í tí støðuni, at teir hava spælt væl, men kortini einki fingið burturúr

NSÍ

Tað gongur sum eftir ánni hjá NSÍ. Setningurin hjá teimum var í summarsteðginum at vinna tríggjar teir fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin. Um tað eydnaðist, so vóru teir við í FM kappingini.
Nú eru trý tey fyrstu umførini eftir summarsteðgin løgd afturum bak, og NSÍ hevur fingið fulla úrtøku. Móti KÍ og B36 hava teir vunnið 1-0, og móti HB vunnu teir 2-1.
- Hesa ferð kundi leikliga avrikið havt verið betri. Vit vóru kroystir síðsta tíman, men tað er positivt, at vit megnaðu at halda tørn. Spælararnir skulu eiga rós fyri, at teir sýndu góðan hugburð. Vit hava ofta verið leikliga omaná og einki fingið burturúr. Hesa ferð var tað øvugt, og nú sær tað hampuliga ljóst út hjá okkum, heldur NSÍ venjarin.
Hvat segði tú við tínar spælarar í steðginum?
- At nú vóru bara trý korter eftir at próvtøkuni, sum vit í summarsteðginum høvdu sett okkum sjálvum. Spælararnir vistu væl, at tað var rættuliga avgerandi fyri, hvussu áhugavert heystið verður, at vit fingu fult móti B36, og teir stríddust sum leyvur.
Hvussu verður nú?
- Vit taka eina viku í senn. Nú fokusera vit á ferðina til Suðuroyar. Vit hava fleiri ferðir havt trupulleikar, tá ið vit hava spælt móti TB. Nú eru teir í vandamiklari støðu, og eg ivist onga løtu í, at teir fara at leggja nógv fyri móti okkum. Men tað er í sovornum støðum, at tað er møguleiki at vísa, hvør dugur er í liðnum, og eg havi stórt álit á mínum spælarum, at teir fara at megna at stríða seg til gott úrslit á Sevmýri. Men teir vita væl, at tað skal arbeiðast og stríðast fyri søkini, heldur væl nøgdi NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen.