Tøl løgd fram:Nýggja fiskivinnuskipanin er góð fyri Norðoyggjar

Vøksturin í Norðoyggjumer størri enn í landinum sum heild

Gongdin í fiskivinnuni í Norðoyggjum hevur verið framúr góð seinastu fýra árini. Eisini tá ið samanborið verður við gongdina í fiskivinnuni í restini av landinum.

Tað staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Síðani nýggja fiskivinnuskipanin kom í gildi tann 1. januar í 2018, hava nógvar søgur gingið um, hvussu álvarsligar avleiðingar hetta hevur havt fyri Norðoyggjar.

Tí hevur Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, biðið Høgna Hoydal leggja tølini fram sum vísa, hvussu gongdin hevur verið í fiskivinnuni í Klaksvík hesi seinastu árini.

Og Høgni Hoydal staðfestir, at tølini vísa, at gongdin hevur verið fram úr góð í Norðoyggjum - eisini tá ið Norðoyggjar verða samanbornar við restina á landinum.

Eitt, sum landsstýrismaðurin vísir á, at, í Norðoyggjum eru lønarútgjaldingarnar vaksnar munandi í bæði fiskiskapi og fiskiídnaði. Í miðal er hvør løntakari farin úr 523.000 krónur upp í 692.000 krónur.

Hetta er ein øking upp á 169.000 krónur, ella yvir prosent í miðal fyri hvønn løntakara í Norðoyggjum.

Í 2014 vóru 392 fiskimenn í Norðoyggjum, men í 2018 var talið vaksið til 416 fiskimenn. Í 2014 vóru 222 fólk í fiskiídnaðinum í Norðoyggjum, men í fjør var talið 232 fólk.

Seinastu fýra árini hevur gongdin í teimum ymsu skipabólkunum í Norðoyggjum, verið:

Nóta- og ídnaðarskip: + 52%

Flakatrolarar: – 7%

Bólkur 2, trolarar: + 5%

Bólkur 3, línuskip: + 114%

Bólkur 4A - útróðrarbátar: + 89%

Bólkur 4B. útróðrarbátar: + 60%

Bólkur 4T, trolbátar: + 202%

 

Tilsamans er sostatt ein sera stórur vøkstur, uttan hjá flakatrolarum, men har eitt skip er selt av landinum. Og vøksturin er nógv størri enn í landinum sum heild.

Høgni Hoydal sigur, at í hesum sambandi er vert at hava í huga, makrelkvotan er lækkað seinastu tvey árini, kvotan í Barentshavinum er lækkað, og sildaprísurin er fallin munandi.

– Sostatt má gongdin sigast at vera framúr góð, hóast kvotur og marknaðir altíð broytast, sigur hann. sd

Hann sigur, at tilsamans er avreiðingarvirðið av fiski í Norðoyggjum vaksið 244 milliónir krónur frá 2014 til 2018 - og tað er eftir, at veiðigjøld og gjøld fyri uppboðssølu, eru trekt frá.

Vøksturin í avreiðingarvirðinum fyri allar bólkar tilsamans er 27 prosent, men í Norðoyggjum er vøksturin vøksturin yvir 41 prosent.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er einki, ið bendir á, at nýggja lóggávan førir til manglandi vinning.

Vøksturin í Norðoyggjum hevur verið stórur, eisini eisini sammett við restina av landinum-

Hyggja vit eftir virðinum á tilfeinginum, sæst, at í 2014 vóru 34% av útlutaða tilfeinginum latin Norðoyggjum. Hetta svaraði til 805 milliónir krónur - og tá var eingin uppboðssøla.

Til samanberingar er í 2018 er tilfeingið fyri á 1,1 milliard útlutað til Norðoyggjar, og tá rindaðu feløg í Norðoyggjum 132 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum.

So fyri at samanbera við 2014, var avreiðingarvirðið, eftir at tilfeingisgjald er drigið frá, ein milliard í 2018.

Landsstýrismaðurin staðfestir, at útlitini hjá fiskivinnuni eru tengd at atgongdini til tilfeingið, virðisøking og søluprísin á heimsmarknaðinum. Afturat hesum kemur kostnaðurin av at fáa tilfeingið til høldar.

– Út frá hesum er einki, ið bendir á, at Norðoyggjar í so máta eru verri fyri enn onnur øki í landinum, sigur hann.

Bæði hvat nóta- og ídnaðarskipum, og trolarum og línuskipum viðvíkur, er avreiðingarvirðið í Norðoyggum hækkað munandi meiri tað er hækkað í fiskiflotanum sum heild.

– Enn verður lutfalsliga stórur partur av tilfeinginum útlutaður til verandi vinnufeløg, har fleiri eru í Norðoyggjum, leggur hann afturat.

– Í Norðoyggjum hava vinnulívsfólk í meira enn eina øld skapt stór virði, brotið burturúr nýggjum og ment nýggjar marknaðir, og eg eri sannførdur um, at møguleikarnir og útlitini í øllum landinum og Norðoyggjum eru bjørt fyri at menna enn størri virði úr okkara tilfeingi frameftir, sigur Høgni Hoydal