Tóku skipið aftur frá sjórænarunum

Tað eydnaðist manniningini á Maersk Alabama at reka teir somalisku sjórænararnar av skipinum, men skiparin er gísli hjá sjórænarunum Amerikanska manningin hevur aftur ræðið á bingjuskipinum Maersk Alabama, sum bleiv rænt úti fyri kenyansku strondini í gjár, og eitt amerikianskt herskip liggur nú hjá skipinum.

Ein av manningini sigur við CNN, at tað eydnaðist sjórænarunum at seta ein bjargingarbát út og at taka skiparan á Maersk Alabama við sær í bátin.

Seinni bleiv váttað, at tað er amerikanski skiparin Richard Philliåps, sum er gísli hjá sjórænarunum. Higartil hava rænararnir sýtt fyri at lata hann leysan, sigur DR.