Eitt suðurkoreanskt herskip hevur bjargað manningini á suðurkoreanska tangaskipinum Samho Jewelry, sum varð rænt í Arabiska Havinum fyri nøkrum døgum síðani. Suðurkoreanskir fjølmiðlar siga, at skiparin á tí 11.500 tons stóra tangaskipinum varð særdur undir bjargingini. Átta sjórænarar doyðu, og fimm vórðu tiknir til fanga.
Sum skilst vóru sjórænararnir úr Somalia, og teir vóru á veg til lands við skipinum, tá tað suðurkoreanska herskipið leyp á.
Samho Jewelry varð rænt seinasta vikuskifti, tá skipið var á veg frá Sri Lanka til Sameindu Arabisku Emiratini. Umborð vóru átta suðurkoreanar, 11 burmesar og tveir indonesar.