Í august í ár luttóku 22 lesandi frá Saudi Arabia á einum 3-daga Xplore skeiði í oljuleiting, sum fyritøkan Tökni í Havn skipaði fyri.
Xplore skeiðið var partur av einum "summar universiteti" á Robert Gordon University í Aberdeen. Endamálið við Xplore skeiðnum var at geva luttakarunum eina heildarmynd av frálanda oljuleiting.
Afturmeldingarnar frá luttakarunum vóru sera jaligar, og tað var eyðsýnt, at teir lærdu eina rúgvu um oljuleitingarvinnuna.
Teir lesandi eru stuðlaðir av SaudiAramco, ið er tað oljufelagið, sum framleiðir mest olju í heiminum.