Tú kanst spara 90.000 krónur

Bæði í Danmark og Føroyum eru heimasíður, sum selja nýggjar bilar, og her kann vera nógv at spara, um tú velur rætta bilin.

Bæði í Danmark og Føroyum eru heimasíður, sum selja nýggjar bilar, og her kann vera nógv at spara, um tú velur rætta bilin.

 

Danir keypa meira og meira á netinum, og tað gera føroyingar uttan iva eisini. Tað er ikki bara bøkur, klæði og annað slíkt, sum fólk eru til reiðar at koyra í talgildu innkeypskurvina.

 

Túrurin er nú eisini komin til keyp av nýggjum bili á netinum, sum eftir húsakeyp gjarna er hin næst størsta keypsavgerðin í lívinum.

 

Við heimasíðuna www.motormagasinet.dk sigur Klaus Æ. Mogensen, sum er framtíðargranskari hjá Institut for Fremtidsforskning, at keyp av nýggjum bilum á netinum er eitt rák, sum bara fer at veksa í framtíðini.

 

- Orsøkin er, at bilar eru ein sonevnd standardvøra. Brúkarunum nýtist ikki at royna bilin á staðnum, har tey keypa hann. Hetta verður á sama hátt, sum at keypa einar nýggjar buksur á netinum.

 

Framtíðargranskarin vísir á, at tú kanst passa buksurnar í handlinum, og síðan kanst tú leita eftir besta prísinum fyri júst hesar buksur á netinum. Hann sigur, at sama verður í størri og størri mun við keypi av nýggjum bili.

 

Eisini í Føroyum hava vit heimasíður, sum selja bilar, tó at tær kanska ikki eru so umfatandi og sjálvvirkandi, sum onkur donsk heimasíða er.

 

Ein av føroysku heimasíðunum er www.netbilar.fo, sum Kári Heini Hansen í Norðragøtu eigur.

 

- Eg leggi meg mest eftir nýggjum bilum, tí tað er so trupult at áseta nývirðið á brúktum bilum. Heimasíðan hjá mær vendir sær bæði til privatkundar og vinnukundar.

 

Kári Heini Hansen sigur, at hann selur bilar, sum hava ein ávísan prísmun í mun til somu bilar, sum bilasølurnar í Føroyum selja. Er munurin lítil, tekur hann gjarna ikki hesar bilar heim.

 

Norðragøtumaðurin sigur, at tá hann selur ein slíkan nýggjan bil fyri einar 400.000 krónur, er sparingin hjá keyparanum gjarna einar 80.000-100.000 krónur í mun til at keypa sama bil hjá einum bilahandlara í Føroyum.