Tað hevur gjørt mun, at Biotech, sum er livravirkið á Eiði, setti prísin fyri livur upp í seks krónur fyri kilo. Hetta hevur gjørt, at fleiri ísfiskatrolarar eru farnir at taka livur, og soleiðis fáa manningarnar, sum sigla við hesum skipum, eitt fittligt ískoyti til hýruna.
Erlendur Johannesen, stjóri á Biotech á Eiði, sigur, at tað eru ávísir ísfiskatrolarar, sum taka livur, og hann heldur, at virkið á Eiði nú í heyst hevur keypt livur frá umleið 16 ísfiskatrolarum - ella átta pørum.
Livur og innvøli
- Uttan at gera nøkrum órætt, kann eg nevna, at ísfiskatrolararnir, Stekur og Bakur, Heykur og Falkur, Jaspis og Ametyst - og ikki minst ísfiskatrolarar heimahoyrandi í Hvalba eru óførir at koma við livur.
Stjórin sigur, at virkið á Eiði rindar seks krónur fyri kilo, og tá fevnir hetta um livur úr øllum fiski av toskaætt, sum hann tekur til.
- Vit rinda soleiðis seks krónur fyri kilo av eitt nú toska-, upsa-, hýsu-, longu-og brosmulivur, sigur Erlendur Johannesen.
Hann leggur aftrat, at Biotech keypir eisini innvøla úr fiski, men tá er prísurin lægri, tí innvølur heldur sær ikki eins væl og rein livur.
Kærkomið íkast
Hóast patrolarar hava kryvjimaskinu í dag, er vanligt, at tann stóri upsin verður kruvdur við hond. Livur á fiski, sum fer gjøgnum kryvjimaskinu, fer í pettir, og tí kann henda ikki takast burtur úr og seljast sum rein livur.
Sum Sosialurin hevur skilt, er áhugin hjá fiskimonnum við nøkrum ísfiskatrolarum at taka livur og soleiðis fáa eitt íkast til hýruna so stórir, at heil hál verða kruvd við hond - og ikki bara tann størsti fiskurin.
Vit hava eisini skilt, at fiskimenn við tøku av livur hava megnað at økt um hýruna á túrum við millum 1500 og 2000 krónum, sum svarar til stívliga 10% av hýruni ein vanligan ísfiskatúr.
Umborð á línuskipum er menn ikki eins ágrýtnir at taka livur sum umborð á ísfiskatrolarum, og tað er meiri undantakið, at línumenn yvirhøvur taka livur heim við at selja.
Hetta skuldi kortini ikki verið ein ómøgulig uppgáva, tá ein og ein fiskur kemur inn um lúnningina í senn.
So, kanska fara eisini línuskipini at taka livur sum frá líður, tá hetta gevur manningini eitt fitt hýruískoyti.