HONDBÓLTUR
Føroyska landsliðið hjá monnum, luttók herfyri í kapping fyri smátjóðir í hondbóltshøpi.
Føroyar luttóku við A-landsliðnum í Luxemburg, og fingu teir víst at teir hava eitt rættuliga sterkt landslið. Okkara menn spældu fimm dystir, og og vóru teir móti ávíkavist Malta, Írlandi, Skotlandi, Onglandi og vertunum úr Luxemburg.
Kappingin var millum dagarnar 24.-28. oktober. Dia Midjord, landsliðsvenjari metir at hetta ikki er ein kapping, vit eiga at satsa uppá framyvir. –Vit tilmeldaðu liðið, so vit kundu síggja hvar vit flótaðu á altjóða styrkislistanum, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari.
Himmalvíður munur
Okkara menn løgdu út móti Malta, og talan varð í tí førinum um rættuliga stóran mun á liðunum, úrslitið gjørdist heili 47-18.
Næstir stóðu so írar fyri okkara, og munurin tóktist bert at økjast. Tá avtornaði, vunnu Føroyar heili 21-46. Føroyski Heini Hanusarson úttalaði seg fyri útvarpinum, at hann ikki hevði sæð nakað líknandi. –Teir duga ikki at hugsa hondbólt, tað er ongin yvirornað skipan og ongi systemir, sigur Heini, ið rættuliga fekk foldað seg út í hesari kapping.
Móti Skotlandi var talan um sorl, og munurin bara øktist. Hálvleiksstøðan var heili 28-8, og sigur tað ikki heilt so lítið um gongdina í dystinum. Tá avtornaði, vunnu Føroyar heili 58-19.
Spenningurin byrjaði so smátt at økjast, fram móti dystinum móti vertunum, og tí kundi landsliðsvenjarin lættliga spara uppá kreftirnar hjá lyklaleikarum sínum og seta eitt heldur ungt lið á vøllin, móti Onglandi. Hóast ungu føroyingarnar eru veikari enn rutineraðu kreftirnar hjá okkum, vunnu teir lættliga móti Onglandi. Og ein hálvleiksstøða uppá 19-2, ja hon krevur ikki meiri umtalu. Føroyar snøgt sagt sorlaðu Ongland. Dia roteraði alt liðið, so at endaliga støðan gjørdist 35-17.
Enduliga upprann so dagurin, ið føroyska ferðalagið longdist alt meira og meira eftir. Teir saknaðu eitt sindur av mótstøðu, og tað fingu teir so eisini. Okkara menn megnaðu at halda dystinum tætt og javnt, inntil tað írestaðu um átta minuttir av dystinum. Tá gjørdist munurin meira eyðsýndur, og endaliga vunnu vertirnar við seks málum, 31-25, eftir at hálvleikstøðan var 12-11.
Røtt kapping?
Spurningin, um hetta er rætta kapingin fyri Føroyska landsliðið, man ivaleyst hava rungað, teir fyrstu fýra dagarnar av kappingini, tá Føroyingar, snøgt sagt vundu burtur úr alt og øllum. Bert Luxemburg megnaðu at geva okkara monnum mótstøðu, og tað er ikki heilt nøktandi.
Dia Midjord, landsliðsvenjari, sigur, at hann ikki dugur seg siga, hvat ein røtt kapping er, men hann metir at tað kanska hevði verið betur, um bæði føroyingar og Luxemburg sendu U-21 lið síni til hesa kapping í staðin. Hetta hevði ment ungu leikararnar, og verið ein fín kapping. Hini liðini í bólkinum kundu væl sent sítt sterkasta lið, tí vit og Luxemburg eru so mikið nógv sterkari enn hini.
Rætta menningin
Longu í januarmánaði skulu Føroyar spæla móti Serbia og Ísrael, hetta eru dystir í HM-Undankappingini. Ætlanin er at Føroyar fyrst skulu spæla móti Serbia á útivølli og so á heimavølli, síðani móti Ísrael, heima og úti.
Dia Midjord metir at hetta er meira áhugavert fyri føroyingar í longdini, tí hetta fer at geva føroysku leikarunum møguleikan at møta rættuligari mótstøðu og samstundis mennast.
Promovering
Dia Midjord heldur at tað er sera umráðandi at vit arbeiða miðvíst og hart fyri at fáa fleiri altjóða dystir til Føroya. Hetta kemur at hava eina ómetaliga stóra ávirkan á alt í og kring føroyskan hondbólt.
- Vit eiga at leggja dent at fáa føroyskan ungdóm út um klettarnar at fáa royndir, royndarvenjingar o.a. Hetta hevur týdning, tí hetta fer uttan iva at økja um áhugan hjá fólki, fyritøkum og øðrum, umframt at tað fer at føra við sær eina kolossala menning av okkara ungu og evnaríku. Hetta fer at eisini sjálvsagt at hava stóran týdning fyri øktan stuðul og so mangt annað, ið hesum viðvíkur, sigur landsliðsvenjarin.
Stóðu okkum væl
Okkara menn gjørdu ein góðan figur í Luxemburg, tí tað obligatoriska All Star liðið skuldi kjósast, vóru føroyingar eisini komnir í part í tí eksklusiva skaranum.
Heini Hanusarson, Sámal Joensen og Ingi Olsen fingu heiður eftir kappingina. Hvør heiðurin er, sæst í eini av faktaboksunum niðast á síðuni.