Sjálvt um teir báðir hvør í sínum lagi,meir og minni,hava fingist við ávikavist at
mála/tekna og yrkt/skriva ígjøgnum fleiri ár, er hetta tó teirra fyrsta almenna
samanrenning á mentanarliga víðvøllinum.
_ Tað er okkum ein forrættur at bjóða til hesa framsýning. Talan er um yrkingar
við myndum afturvið. Borðreitt verður eisini við støkum yrkingum og støkum myndum _ og autografar omaná, siga teir báðir.
Tað er í sambandi við at Forlagið Stjørnustøv gevur út yrkingasavnið »Tankastrok 1«,
at henda framsýningin er stáplað upp á veggirnar.
_ Yrkingarnar eru um alt frá, um vit taka tað skák báðar vegir, við einum x´ið, í einum fýrhyrnutum kassa, eini glerpípu til eina sátu og frá politikki til dustsúgvan, greiðir Ov-Jay frá.
Myndirnar til savnið eru ikki surrealistiskar hjá Ti-Jay hesaferð. Gamaní, tó onkur.
Her sæst eitt úrval av mongum fyribrigdum. Ein ósædd síða av list Tummas Jákups.
Stórtsæð allar myndirnar til yrkingasavnið eru eitt vet litlagdar. Ynskir ein at síggja
meir úr listaheimi hansara, ber til at fara inn á www.tummasart.dk
Hvør og ein er vælkomin at vitja frumsýning teirra, lata teir heilsa.
Opið verður gerandisdagar frá kl.12-16, 17-20, leygardagin 12-17, 18-21 og
sunnudagin frá kl.14-17:30, 20-21:30.
Yrking:
Nýggjar tíðir
Ikki maila um
hattar T-brævið
Telda - ikki mín
koppur av te