Tíðindaskriv frá Sjálvstýrisflokkinum

Hetta skrivar landsnevndin hjá Sjálvstýrisflokkinum í tíðindaskrivi: Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins gevur tingmanningini fullan stuðul í royndini at tryggja flokkinum ávirkan við breiðum samstarvi á tingi.

Landsnevndin mælir tingbólkinum frá at fara uppí sitandi samgongu, men vísir til landsfundarsamtyktina frá apríl í ár um breitt politiskt samstarv.

Vegna politiskt ótryggu støðuna í samgonguni, meitr landsnevndin heldur ikki, at Sjálvstýrisflokkurin eigur at gerast stuðulsflokkur hjá sitandi samgongu.

Sjálvstýrisflokkurin leggur dent á, at ábyrgdarfullur politikkur verður førdur, soleiðis at arbeiðsfriður aftur fæst á Føroya Løgtingi.

Tí mælir landsnevndin tingbólkinum til at taka upp samráðingar um at loysa átrokandi mál, serstakliga fíggjarlógina fyri 2009.