Í dag verður aftur tíðindafundur í Noregi um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, og løgreglan hevur sagt, at tey hesaferð fara at koma við nýggjum upplýsingum. Løgreglan sigur, at nýggju upplýsingarnir eitt nú snúgva seg um staðið, har brotsverkið er framt, og tað merkir, at talan er um umhvørvið kring húsini hjá ríkmanshjúnunum í Lørenskog.
Advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, sigur við norsku heimasíðuna www.vg.no, at hetta mál er av slíkum slag, at hann heldur tað vera bæði rætt og náttúrligt, at familjan veit um kunningina, áðrenn kunningin fer út til almenningin. Men, hann sigur seg eisini vóna, at tað, sum løgreglan nú veit, kann loysa upp í málinum, soleiðis at tann ella tey, sum standa aftan fyri brotsverkið, verða handtikin.
Tíðindafundurin um málið verður klokkan 12 norska tíð í dag, men kanningarleiðarin, Tommy Brøske, vil einki siga um, hvat løgreglan hevur í skjáttuni. Í tíðindaskrivi verður sagt, at tey fara at koma við nýggjum upplýsingum í málinum. Herfyri segði kanningarleiðarin, at umhvørvið, har hendingin er farin fram, í løtuni fyllir nógv í málinum um horvnu, Anne-Elisabeth Hagen.
- Vit hugsa her um hóttanarbrævið, eyðmerking av akførum og persónum og annars viðkomandi spor í umhvørvinum, segði Tommy Brøske, kanningarleiðari, herfyri við VG. Heimasíðan sigur seg hava skilt, at tað serliga er umhvørvið í Lørenskog, sum fer at fylla nógv á tíðindafundinum í dag.
Sjálvt hóttanarbrævið hevur eisini verið nógv frammi, og her hevur norska løgreglan brúkt nógva orku upp á at finna fram til, hvør upprunin til brævpappírið er, eins og nógv tíð er brúkt upp á at finna út av, hvør kann hava skrivað brævið. Spurningurin er eisini, um brævið er skrivað fyri at villleiða løgregluna, soleiðis at løgreglan bara skal halda, at talan er um rán við fíggjarligum endamáli.
##med2##
Fyrr í summar skal maður Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin Tom Hagen, hava goldið einar 10 miljónir norskar krónur til sonevnda mótpartin fyri at fáa eitt prógv um, at kona hansara framvegis er á lívi. Tá varð sagt, at mótparturin í fráboðan skuldi hava gjørt greitt, at ríkmanskonan framvegis er á lívi.
Men, eftir hvat almenningurin veit, eru framvegis eingi prógv komin sum siga, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi, og norska løgreglan hevur ilt við at trúgva, at hesi prógv fara at koma. Á hinari síðuni eru heldur eingi prógv um, at ríkmanskonan er deyð. Tað verður spennandi í dag at fáa at vita, hvat norska løgreglan nú veit at siga um málið.