Tíðindafundur klokkan 11 um hjálparpakka 2

Klokkan 11 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um hjálparpakka 2 til fólk og fyritøkur

Á tíðindafundinum verða Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum.

Hjálparpakkin, sum landsstýrið hevur í umbúna at samtykkja, fer at rinda smáum fyritøkum upp í 80.000 krónur um mánaðin – men fyritøkurnar fáa ikki pengarnar fyrr enn í juli.

Sum skilst ætlar landsstýrið, at fyritøkur skulu kunna søkja um upp til 80.000 krónur í stuðli um mánaðin í tríggjar mánaðir. Men aftur fyri verður loft lagt á stjóralønir, sum ikki skulu vera hægri enn 600.000 kr um árið og at vinningsbýti ikki verður útlutað komandi trý árini.

Hjálparpakki 2 á veg – men eingir pengar koma enn á sinni