Suðuroy
Sunnudagin boðaði javnaðarflokkurin fólki til fyrsta uppstillingarfund á Tvøroyri til løgtingsvalið.
Og hetta var ein søguligur fundur. Tí ímeðan tað í nógv ár hava verið trý javnaðarfeløg í suðuroyar norðaru helvt, eru tey nú løgd saman í eitt felag.
Serliga á Tvøroyri er hetta merkisvert, tí tað er ongin loyna, at har hava javnaðarfólk í nógv ár gingið í tveimum bólkum, sum hava verið heilt ósameiniligir.
Men eftir samanleggingina er alt gamalt agg lagt til viks og javnaðarfólk á Tvøroyri, sum í nógv ár ikki hava kunnað verið í stovu saman, ganga nú hond í hond
Samstundis er tað hent, at javnaðarfelagið í Hvalba eisini er komið uppí samanlagda felagið. Sostatt hava javnaðarfólk í allari norðaru helvt í Suðuroy savnað kreftirnar í einum og sama felag í Suðuroyar Norðara javnaðarfelag.
Slitnaði í 1984
Í gomlum døgum var bara eitt javnaðarfelag á Tvøroyri og eitt í Hvalba.
Men í áttatiárunum vaks ósemjan í millum ymsar javnaðarmenn í Tvøroyrar Býráð og tað endaði við, at háborg floksins fór í tvíningar.
Tað var fyrst og fremst ósemja ímillum býráðslimirnar hjá javnaðarflokkinum í býráðnum á Tvøroyri, sum bleiv so djúp, at at flokkurin á Tvøroyri fór í tvíningar.
Øll tey næstu árini gekk javnaðaflokkurin á Tvøroyri í tveimum, sum høvdu hvør síni valevni til býráð og Løgting.
Men hesi seinnu árini er kortini tiðnað so mikið ímillum partarnar, at til løgtingvalið í 1998, stillaðu bæði feløgini upp saman.
Og í fjør vóru endalig stig so tikin til at leggja bæði feløgini saman og tann samanleggingin varð veruleiki seinasta sunnudag. Tá kom eisini javnaðarfelagið í Hvalba upp í felagið og tey trý feløgini løgdu sostatt saman í eitt undir navninum Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.
Tíðin lekt sárini
Ketty Andreasen, formaður í nýggja, samanlagda felagnum, sigur, at ongin kann brúka eina ósemju til nakað og øll hesi seinastu árini, er tankin um at leggja saman búnaður so spakiliga.
?Tað, sum hevur størstan týdningin er, at vit øll í Suðuroyar Norðaru helvt standa saman í einum felag og nú ræður um at líta frameftir, tí tað er ongantíð ein fyrimunur at standa spjaddur, sigur hon.
Hon ásannar, at stríðið ímillum javnaðarfólk á Tvøroyri var rættiliga beiskt tað tíð, tað var.
? Men hesa ósemju hevur tíðarinnar tonn -og eitt nýtt ættarlið- brýnt so mikið, at øll eru samd um, at stundin nú var komin at grava stríðsøksina og at standa saman øksl við øksl, tí tað eru somu hugsjónir, vit hava, hóast vit ikki altíð hava somu meiningar um hvønn smálut.
Óheppið signal
Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, sigur, at síðani hann varð formaður floksins, hevur hann havt tað sum eitt av sínum aðalmálum at sameina javnaðarflokkin á Tvøroyri.
?Tað er eitt sera óheppið signal úteftir, at sjálv háborgin hjá javnaðarflokkinum ikki megnar at standa saman. Tí er hetta eitt mál, vit hava arbeitt við leingi og nú var stundin komin, har øll høvdu ásannað, at tíðin var búgvin til at leggja saman.
Annars heldur hann eisini, at tað hevur broyttstøðuna, at yngri fólk eru komin framat.
?Nógv av teimum, sum eru virkin í dag, vóru óvitar, tá ið feløgini fóru sundur og tey høvdu trupult við at fáa eyga á ósemjuna. Tí eru allir partar nú samdir um, at tað er ongin orsøk til at halda lív í eini gamlari ósemju, sum í roynd og veru ikki er til longur, tí veruleikin er, at bæði feløgini á Tvøroyri hava samstarvað rættiliga væl og hava virkað sum eitt felag, men nú er endaliga stigið tikið.
Hann sigur, at javnaðarfelagið í Hvalba mundi vera eitt tað minsta lokalfelagið í landininum og tað vóru stórir trupulleikar at halda lív í felagnum. Tí søkti tað um at koma uppí felagið á Tvøroyri og tað varð so gjørt, so at øll feløgini tóku seg saman í eitt.
.









