Tíðin farin frá brúkaragjaldið fyri dagstovnapláss

Kommunurnar áttu at avtikið brúkaragjaldið dagstovnunum. Hendan skipan, ið helst hevur sín uppruna í einum samfelag, har tú kundi velja, um tú vildi hava barnið á einum stovni ella ikki, er ótíðarhóskandi og grunda á, at tað bar til at velja

Tað munnu verða fáar føroysku familjur, ið kunnu velja ein dagstovn frá, og spurningurin er eisini, um tað er skilagott at gera tað.

 

Tað eru tveir høvuðs tørvir talan er um:

1. Búskaparligi tørvurin hjá samfelagnum og familjuni

2. Tørvurin hjá barninum og samfelagnum.

 

Búskapartørvurin hjá samfelagnum er ein spurningur um at fáa brúkt tað menniskjasliga tilfeingi sum er til taks í samfelagnum, soleiðis at virðir og tænastur verða skaptar. Familjan hevur búskaparliga tørv á inntøkum, at kunna lívbjarga sær, og tískil mugu tey arbeiða.

Stutt sagt: Samfelagið hevur ikki ráð til at kvinnurnar halda seg frá arbeiðsmarknaðinum og kostnaðarstøðið í samfelagnum ger, at familjur mugu hava tvær inntøkur fyri at kunna hava líkinda livikor. Hetta hevur sjálvsagt eisini okkurt við trivnaðinum hjá fólki at gera.

Eisini hevur barnið ein tørv góðum umstøðum at mennast í, serliga í hesum “globala” samfelagnum. Hetta kann knýtast at einum samfelagsligum tørvi, har samfelagið hevur tørv á so vælvirkandi samfelagsborgarum, sum gjørligt. Tá slepst ikki undan at vit hava tørv á góðum dagstovnum har ið “fokus” er sett á menningina hjá hvørjum einstaka barni.

Tí eiga kommunurnar at avtaka brúkaragjaldið á stovnunum og viðurkenna, at eitt dagstovna pláss er ein rættur, ið øll børn hava, óansæð fíggjarlig viðurskiftið hjá foreldrunum. Øll børn eiga rættin at fáa eina javnbjóðis byrjan á tilveruna. Hetta er veruligur familjupolitikkur – og er tað nakað ikki nakað vit sakna her í Føroyum?