Tá ið vit hvørva í tøkni

Hvussu eru vit saman við øðrum fólki, tá vit í heilum hyggja niður í ein skíggja, spyr Høgni Reistrup, sum er aktuellur við nýggjari útgávu

Høgni Reistrup er aktuellur við nýggjari tónleikaútgávu. ”Áðrenn vit hvørva” er heitið á útgávuni, og tað er eitt opið heiti, sum millum annað kann sipa til mátan, fólk eru saman, eftir at nýggju miðlarnir eru blivnir partur av gerandisdegnum.
- Eg hugsi serlig um snildfonir og teldlar, sum rúgva støðugt meira upp í gerandisdegnum. Hvussu eru vit saman við øðrum fólki, tá vit í heilum hyggja niður í ein skíggja, spyr Høgni Reistrup.
- Telefonin er í lummanum ella á borðinum framman fyri okkum so at siga allan dagin. Hetta gevur okkum sjálvsagt nógvar hentar fyrimunir, men spurningurin er eisini, um vit ikki eisini eiga at steðga á av og á og spyrja, um tað veruliga er neyðugt at kanna Facebook fimta hvønn minutt.
- Tá er tað, at vit spakuliga hvørva – hóast vit eru í sama rúmi. Hugsi ofta um tað, tá eg síggi fólk sita í somu sofu ella við sama døgurðaborð øll við eini telefon. Og eg havi eisini vent peikifingurin móti mær sjálvum, tá eg havi sitið og hugt at einum telefonskíggja heldur enn tosa við fólk, sum eru í nánd, sigur hann.

Mótsetningar
Fleiri av tekstunum á nýggju útgávuni snúgva seg um mótsetningar. Mótsetningur millum tað góða og tað ónda. Millum at geva og taka. Millum dirvi og afturhald. Millum at virða og vanvirða. Millum gleði og dapurleika.
- Hetta eru evni, sum eru partur av gerandisdegi okkara. Ikki altíð. Men viðhvørt stinga mótsetningarnir seg upp. Teir gerast millum annað sjónligir, tá vit flyta okkum fram á leið, og onnur finnast at og tvíhalda um, at einasta loysnin er at setast aftur, sigur Høgni Reistrup.
Nýggja útgávan fæst ikki bert talgilt og sum fløga, hon finst eisini sum LP pláta.
- Nógv hava goymt plátuspælaran seinastu mongu árini, hóast plátan var ósjónlig í nógv ár. Plátan hvarv, men fær nú endurreising. Í øllum førum halda fleiri fólk, at hon umboðar og hevur eina dygd, sum vit ikki fáa við at lurta eftir einum sangi á einum iPoddi. Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit flyta okkum frameftir og taka til okkum nýggja mentanir og hugsanir, men summar eldri áskoðanir hava eisini eitt virði, sum vit ikki eiga at blaka fyri borð. Sama er galdandi fyri lutir. Eitt nú plátuna, sigur Høgni Reistrup.