Tá ið orkupolitikkur er náttúruneyðtøka

Eg hevði ætlanir um, at hetta lesarabrævið skuldi vera blaðnum í hendi fyri døgum síðani, men av tíðartroti kemur tað so nústani

Eg taki so dyggiliga undir við íbúgvunum við Streymin, sum herfyri tóku stig til at samla undirskriftir í móti Eiði 2 verkætlanini, ið SEV nú er í gongd við at fremja, og sum ber í sær, at Stórá har norðuri verður turrløgd.

Og til fólkið við Norðskála vil eg siga: "Tað er gott, at tað glógvar í onkrum"

Hendan vatnorku-útbyggingin, sum kommunurnar og friðingarnevndin í Eysturoy so óskiljandi hava givið loyvið til, er ein so óbótalig neyðtøka av náttúruni, at tað finst ikki orð fyri tí.

Og eitt vita vit. Er sárið fyrst lagt opið, aftur grøðist ikki.

Vit hava jú sjón fyri søgn í tí fyrru útbyggingini av Eiði 3, ið varð framd frá 1997 og fram til 2000. Tá vórðu tær flestu norðastu áirnar suður til Vesturdalsá millum Fjarða tiknar.

Hettar førdi millum annað við sær, at í dag rennur millum lítið og einki vatn í tí fyrr so tignarligu og vøkru Stórá, sum býtir heimbygd mína Funning sundur í tvíningar.

Sjálvt um eg nú búgvi í høvuðsstaðnum, so vitji eg norður í heimbygdina, og eg vil siga, at tað verður bara sjónskari og sjónskari fyri hvørja ferð eg komi norður at síggja, hvørjum missi bygdin hevur verið fyri.

Meg minnist sum barn, hvussu nógvar tímar vit brúktu í Stórá, har vit vassaðu í tí grøna og tjúkka mosanum. Og ikki at forgloyma tey stóru sílini, sum smugu sær millum steinarnar.Vit byrgdu svimjihyl og fiskaðu síl. Ja, áin var okkara spælipláss, okkara paradís.

Vøkru summardagarnar liggur nú áin brún, upptornað og steindeyð.

Børnini, sum koma norður at ferðast, standa mitt á hesum brúnu berunum í løriftsskóm og hyggja niður fyri seg.

Stóru ferðafólkabussarnir fara strúkandi framvið Funningi til Gjáar. Enn hava tey har ta vøkru ánna, men hvussu leingi?

Nú um dagarnar er eisini so hugaligt at hoyra arkitektin Albert Isfeldt í útvarpinum meta um hvørjar dygdir bygdirnar í Føroyum hava reint arkitektoniskt .Ein ógvuliga áhugaverd sending, sum gevur "stof til eftertanke".

Eitt er, hvussu tú handaliga kanst fríðka um heimbygdina hjá tær, og gera hana ásýniliga fyri gestsins eyga, hitt má so vera, hvussu tú dugir at síggja og verja um tey virðini, sum heimbygdin hevur frá Harrans hond.

Hvør tosaði um at lívga um tær smáu bygdirnar og gera tað vakurt og liviligt í teimum?

Eg vil enda hesi orð míni við at taka uppaftur tað, sum stigtakararnir við Streymin so inniliga siga tað. "Vælsignaðir vísið hógv!" Ikki bara SEV, men so sanniliga eisini kommunurnar í hvørjari bygd ,og yvirfriðingarnevndirnar. Tað eru jú tit, sum hava síðsta orðið, ella hvussu?

 

Orku hava vit fyri neyðini, men hon má kunna fáast upp á onkran annan máta enn at skemma okkara vøkru náttúru so meint.

Tórshavn. 19 mai 2008