Tá ið Finnbogi høgdi gordiska knútin

Síðani 1998, tá ið skrúðgongan ólavsøkudag varð skipað í trimum røðum, hevur verið friður um spurningin, sum í nøkur ár hevði verið orsøk til rumbul

Skrivað hevur Jóannes Hansen:

Fyri 25 árum síðani var órógv og ikki sørt av øsing um skrúðgonguna ólavsøkudag úr tinghústúninum og oman í dómkirkjuna og niðan aftur eftir gudstænastuna.

Órógvið var í kjalarvørrinum av stýrisskipanarlógini, sum varð sett í gildi ólavsøkudag í 1995 – fyri 25 árum síðani.

Meðan løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður og landsstýrismenn eru nevndir í stýrisskipanarlógini, var latið løgtingsformanninum upp í hendur at gera av, hvørjir embætismenn, ið skuldu vera við í skrúðgonguni, og hvussu skrúðgongan skuldi skipast og harvið eisini í hvørjari raðfylgju persónarnir skuldu ganga í skrúðgonguni.

Biskupur og prestar vóru ikki nevndir. Luttøka teirra, pláss og raðfylgja, sum embætismenn, varð latin løgtingsformanninum at avgera.

Omanfyri standandi varð staðfest í innganginum til álitið um skrúðgonguna, sum varð handað Jógvani I. Olsen, løgtingsformanni, upp undir ólavsøku í 1997.

Løgtingsformaðurin hevði sett nevnd at gera uppskot um, hvussu skrúðgongan skuldi skipast. Løgtingsformaðurin legði dent á, at tað fyri hann var umráðandi at fáa søguliga grundað ráð til tess at kunna gera eina fasta skipan fyri skrúðgonguna.

Hans J. Debes, professari, Jóannes Dalsgaard, landsskjalavørður, Pól á Kletti, blaðmaður, og Kristoffur

Thomassen, fyrrverandi skrivstovustjóri løgtingsins vóru í arbeiðsbólkinum, og Súsanna Danielsen, skrivstovustjóri løgtingsins, var skrivari.

Orsøkin til, at Jógvan I. Olsen vildi hava nevndina at geva sær søguliga grundað ráð um skrúðgonguna var, at misnøgd hevði verið við røðina í 1995 og 1996. Tá var Marita Petersen løgtingsformaður. Tá ið biskupur og prestar ikki vóru nevndir í nýggju stýrisskipanarlógini, gjørdi hon av, at politikararnir skuldu ganga fremstir, og at biskupur skuldi vera nummar níggju í røðini, og at hinir prestarnir skuldu vera eftir biskup og prestin, sum prædikaði á ólavsøku.

Nógv blaðskriving var um hesa broyting, og misnøggd var millum prestarnar. Skrivað var, at kirkjan var sett til viks í ólavsøkuhaldinum. Í 1996 varð biskupur fluttur fram til nummar tvey – eftir løgmann – og eftir hann presturin sum prædikaði og dómpróstur og frá 8. rað hinir prestarnir.

Nevndin lýsti skrúðgonguna og søguliga sambandið millum kirkjuna og politiska myndugleikan, og í 1997 varð skrúðgongan skipað eftir tilmæli frá nevndini, sum var, at biskupur og løgtingsformaður skuldu ganga fremstir, síðani ríkisumboðsmaður og løgmaður og í triði røð presturin, sum prædikaði og fyrsti næstformaður í løgtinginum.

Stóri knúturin varð høgdur av
Stóri spurningurin var, hvør skuldi

ganga fremst og næstfremst. Løgmaður og ríkisumboðsmaður og løgtingsformaður og biskupur høvdu verið kandidatar til hesi plássini.

Eftir valið 30. apríl 1998 varð Finnbogi Ísakson valdur til løgtingsformann. Undan ólavsøku hetta sama árið legði hann uppskot fyri formansskapin um, hvussu skrúðgongan á ólavsøku skuldi verða skipað. Formansskapurin tók undir við uppskotinum, sum tað vísti seg at vera breið semja um. Síðani 1998 hevur skrúðgongan verið skipað sambært uppskotinum hjá Finnboga Ísakson.

Gongan varð broytt frá tveimum og til trý røð. Løgtingsformaðurin gongur fremstur í miðjuni og undir liðini á honum eru løgmaður og biskupur.

Aftanfyri løgtingsformannin ganga teir tríggir næstformenninir í tinginum og síðani tingmenninir eftir aldri, tá ið teir fyrstu ferð eru valdir, starvstíð og aldri.

Aftanfyri løgmann ganga varaløgmaður og landsstýrismenn og síðani ríkisumboðsmaðurin, sorinskrivarin, fútin, løgtingsstjórin, løgtingsins umboðsmaður, landsgrannskoðarin og løgmansstjórin og síðani tingmenn.

Aftanfyri biskup ganga dómpróstur, presturin, sum prædikar á ólavsøku í ár er tað Marjun í Kálvalíð – og síðani prestarnir eftir starvsaldri. Teir fremstu eru Jónsvein Bech og Heri Joensen.

Finnbogi Ísakson segði soleiðis í samrøðu við Sosialin undan ólavsøku

í 1998, tá ið hann hevði gjørt av at broyta skrúðgonguna:

– Tað er rætt, at leikluturin hjá kristindóminum ólavsøkudag og í samfelagnum annars verður markeraður við, at biskupur skal ganga fremstur.

Lagt verður aftrat, at Finnbogi Ísakson heldur, at tað hevði ikki verið rætt at flutt løgmann úr fremstu røð, tí løgmaður hevur gingið í fremstu røð síðani heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948, og tí kann tað sigast, at løgmaður so at siga hevur vunnið hevd á hesum plássi.

– Eg havi kannað málið so gjølla, sum tað hevur borið til, og tað tykist einki forgjørt at vera í, at skrúðgongan verður í trimum røðum. At vit samstundis fáa bæði biskup og løgmann í fremstu røð vildi eg mett fór at hava við sær, at allir partar verða nøgdir við skipanina, roknaði Finnbogi Ísakson við undan ólavsøku í 1998.

Finnbogi Ísakson legði frá sær í politikki í 2002, og skrúðgongan er framvegis skipað, sum hon varð í hansara skeiði sum løgtingsformaður við ábyrgd fyri, hvussu skrúðgongan skuldi skipast.

Løgtingsformenninir síðani hava verið Edmund Joensen, Hergeir Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Páll á Reynatúgvu og so aftur Jógvan á Lakjuni, sum varð valdur til løgtingsformann eftir løgtingsvalið síðsta summar, og sum sambært stýrisskipanarlógini hevur formliga ábyrgd av skrúðgonguni.

Henrik eigur longstu søguna
Ólavsøkudag verður fyrsta skrúðgongan eftir løgtingsvalið 31. august í fjør. Í nýggja tinginum er bara ein tingmaður eftir, sum fyrstu ferð varð valdur í áttatiárunum. Talan er um Henrik Old, sum fyrstu ferð varð valdur í 1984.

Í nýggja tinginum eru ellivu tingmenn, sum fyri fyrstu ferð fara at ganga skrúðgongu ólavsøkudag, mikudagin í næstu viku – Christian Andreasen, Frimodt Rasmussen, Uni Rasmussen, Jóhannis Joensen, Beinta Løwe Jacobsen, Ingilín Didriksen Strøm, Beinir Johannesen, Erhard Joensen, Jaspur Langgaard, Steffan Klein Poulsen og Johan Eli Poulsen.

Tá ið Finnbogi Ísakson sendi bræv til løgtingsmenn um skrúðgonguna, gav hann teimum hesa vegleiðig um, hvussu tey skuldu vera ílatin, og hetta sigst framvegis at vera galdandi:

Vísandi til álit um skrúðgonguna, sum eisini er at finna á Internetinum (www.logting.fo), verða tingmenn og onnur biðin um at vera hampiliga ílatin. Tey, sum hava møguleika til tess, verða biðin um at vera í føroyskum búna.