Dagarnar eru myrkir, sólin sjáldan frammi og kalt er úti. Hetta eru vit føroyingar von við, men hóast hetta kann tað verða gott fyri sál og likam at sleppa burtur viðhvørt. Troytt av at bíða eftir summarinum? so ber væl til at leita tær til summarið nú. Tú kanst fara suðureftir á páskum, fara cruise ferðir, ella uttanlands til tónleika framførslur við teimum allar størstu tónleika stjørnunum í heiminum. Møguleikarnir eru nógvir. Ynskir tú at fara ein innkeypstúr til Gran Canaria, og liggja á strondini við leskiligum drykki í hondini og njóta sólina, ein góðan skitúr, ella á eina cruise, so er bert at fara runt á teimum ymsu heimasíðunum hjá føroysku ferðaskrivstovunum, og bíleggja tær tína egnu dreymaferð. Tilboðini um summarferðir byrja longu á páskum hjá onkrum av ferðaskrivstovunum í Føroyum.