Seinastu mánaðirnir hava Heidi Hansen, Maria Vágsgarð og Sila Øzkaranfil skrivað eina størri verkætlan við heitinum "Når tabu forhandles - en undersøgelse af italesættelsen af seksuelt misbrug af børn på Færøerne".
Tær hava í hesum sambandi kannað hvussu orðaskiftið í Føroyum er broytt, eftir at Facebook átakið Steðga pedofili í Føroyum byrjaði í 2011. Verkætlanin byggir á eina kanning sum vísir, at 5.2 prosent av næmingunum í 8. flokki í Føroyum hava verið fyri kynsligum ágangi, meðan talið í Danmark er 1.5. Tað var munurin millum føroysku og donsku viðurskiftini, sum fangaðu áhugan hjá ungu kvinnunum, og tí hava tær nú kannað støðuna.
Eisini vansar við at bróta tøgnina
At tøgnin nú er brotin, og kynsligur ágangur ikki longur er eitt tabuevnið, hevur nógvar jaligar fylgjur við sær. Fleiri offur hava nú staðið fram, og harvið hava tey fingið sálarliga hjálp. Samstundis sæst, at politisku myndugleikarnir nú hava tikið málið upp, og hava sett lógina um barnaváttanir í gildi í Føroyum, og arbeitt verður við øðrum politiskum broytingum á økinum. Men samstundis sum hetta Facebook átakið hevur sett gongd á politisku viðgerðina av kynsligum ágangi, so er neiliga kjakið um hetta evnið eisini ein vansi.
- Samstundis sum Facebook átakið hevur flutt nøkur mørk, so síggja vit eisini, at tey ikki koma við nakrari haldgóðari loysn fyri hvussu kynsligur ágangur skal steðgast ella viðgerast í Føroyum. Kjakið á Facebook er ógvuliga kensluborið, og tað er væl skilligt. Men tað er eisini vandamikið at seta hol á eitt kjak sum hetta, og lata kenslurnar stýra, siga Heidi og Maria.
Tær halda ikki tað er ein gongd leið at gera ein almennan lista yvir dømdar pedofilar. Tær vísa á, at ein listi er í umferð á Facebook í dag, og hesin inniheldur bæði dømdar persónar og slatursøgur. Ein stórur vansi við hesum listanum er, at ósek fólk vera nevnd, og at rættartrygdin hjá tí einstaka, og hjá familjunum hjá tí pedofila, verður skúgva til viks. Haraftrat vísa royndirnar hjá íslendarum við einum almennum lista, at nakrar óvæntaðar avleiðingar fylgja við.
- Í Íslandi hevur almenni listin við dømdum pedofilum millum annað ført við sær, at íslendskir menn halda seg burtur frá størvum sum pædagogar og lærarar, tí teir óttast at vera lagdir undir kynsligan ágang. Tað er heldur ikki rætt, siga tær báðar.
Heidi og Maria vísa á, at Facebook kjakarar tykjast hava trupult við at skilja, at tað ikki ber til at nevna fólk við navni á Facebook. Men her vísa tær á rættartrygdina í Føroyum, sum vit øll hava; hon inniber, at tað ikki er lógligt at leggja fólk undir eitt hvørt – óansæð um tey eru dømd fyri ein brotsgerð ella ikki.
Viðgerarstovnar til pedofilar
At bróta tøgnina um kynsligan ágang er fyrsta stigið á leiðini, og næsta stigið er at finna haldgóð átøk, sum kunnu minka um ágangin móti børnum og ungum. Eitt átak, sum Heidi og Maria halda vera neyðugt, er at seta á stovn viðgerðarmøguleikar til fólk, sum eru seksuelt áhugað í børnum.
- Eingin ynskir at vera pedofil; tað er ein trongd, sum summi hava, og vit mugu lata upp fyri møguleikanum at veita viðger til fólk, sum hava áhuga í børnum, tí soleiðis kunnu vit møguliga forða fyri, at tey gera seg inn á nakran, sigur Heidi.
Samstundis vísa tær báðar á, at fyri at hetta kann gerast møguleiki, er neyðugt at hava viðgerðartilboðini til offrini í lagið áðrenn, tí hetta er als ikki nøktandi í dag.
-Hóast evnið pedofili er blivi minni tabuiserað í Føroyum seinastu árini, so er kjakið kortini ikki búgvið til, at kjakast um viðgerartilboð til pedofilar. Í dag vera pedofilar sæddir sum ódjór, og ikki sum menniskju, sum hava tørv á hjálp, sigur Heidi Hansen.
Neyðugt er at góðtaka, at summi fólk eru seksuelt áhugað í børnum, men tað ikki er einstýðandi við, at ein góðtekur kynsligan ágang.
Trupulleikar í kirkjum og samkomum
Orsøkin til, at kynsligur ágangur er nógv útbreiddur í Føroyum, er smáu umstøðurnar í Føroyum. Familjusambondini eru sterk, og álitið á hvønn annan stórt. Men tað eru eisini onnur viðurskifti, sum ávirka støðuna.
Á Facebook siga brúkararnir av bólkinum Steðga pedofili í Føroyum, at kirkjur og samkomur góðtaka kynsligan ágang, men hesum eru tær báðar Heidi og Maria ikki samdar í.
- Sjálvsagt verja samkomurnar ikki pedofilar. Men samstundis vita vit, at nógvar søgur um kynsligan ágang koma úr samkomum og kirkjum í Føroyum. Tey kristnu virðini um at fyrigeva og ikki døma onnur føra við sær, at pedofilar misnýta samkomurnar til at koma tættari at børnum – eitt nú við sjálvbornum arbeiði, siga Heidi og Maria.
Tær báðar vísa á, at barnaváttanirnar eru eitt stórt stig á leiðini, men neyðugt er at føra barnaváttanir inn í øll lið í samfelagnum - eisini tá ið umræður sjálvboðið arbeiði.
Samstundis siga tær í sínari verkætlan, at tað finst ikki nøkur løtt loysn á málinum, og tað er júst tí, at kjakið á Facebook verður til klandur og ákærur móti rættarskipanini, móti politisku skipanini og móti samfelagnum sum heild. Men at bróta tøgnin er eitt neyðugt stig á leiðini, og tað hava Facebook kjakararnir megnað. Tó so er langur vegur eftir á mál, halda Heidi og Maria.