Tú fært eina betri heilsu

Loysir tað seg altíð at leggja av at roykja?

- Svarið er ja. Fleiri halda, at um tey hava roykt í nógv ár, kann tað ikki loysa seg at leggja av. Men, sannleikin er, at roykisteðgur fer altíð at betra um heilsustøðuna.
Ávísir batar vísa seg longu fáar tímar eftir, at fólk hava lagt sigarettina. Aðrir vísa seg yvir eina longri tíð.
- Tá tú leggur av at roykja, orkar tú betri, tað gerst lættari at fáa luft, og tú kanst rokna við at liva nøkur ár longri - sjálvt, um tú gevst, eftir at tú ert farin um tey seksti.
Tað loysir seg altíð at leggja av at royka - líkamikið, hvør aldurin er.
Kelda: Kræftens Bekæmpelse