Hálvan desember vóru útlit fyri, at Føroyar í fyrstu sending av Pfizer koppingarevninum ímóti covid-19 fóru at fáa 4.800 skamtar til landið fyri ársskiftið. Men soleiðis varð ikki. Føroyar fingu 975 skamtar, og fimm vikur inn í 2021 verður roknað við, at Føroyar hava fingið samanlagt 3.900 skamtar.
Føroyar fáa koppingarevni ígjøgnum Danmark, sum er partur av felags innkeypi hjá Europeiska Samveldinum (ES). Í løtuni er bert eitt koppingarevni góðkent í ES, og tað er evnið hjá týskt-amerikanska BioNTech/Pfizer. Tað er hetta koppingarevnið, sum kom til Føroya í farnu viku. Umframt innkeypið hjá ES hevur Danmark sjálvt keypt 2,6 skamtar afturat frá Pfizer.
Útlit eru fyri, at koppingarevnið hjá Moderna, sum er amerikansk fyritøka, verður góðkent í ES innan fáar dagar – kanska longu mánadagin. Hetta koppingarevnið fer síðani eisini at koma til Føroya. Koppingarevni hjá øðrum verða ikki tøk næstu vikurnar, og hóast Stórabretland hevur givið koppingarevninum hjá enskt-svenska AstraZeneca neyðgóðkenning, liggur ikki í kortunum, at ES fer at gera tað sama júst nú.
Orsøkin til, at Føroyar hava fingið færri skamtar, enn roknað varð við hálvan desember, er heilt einfalt, at ES hevur fingið færri skamtar, enn roknað varð við. Harvið fær Danmark færri skamtar – og tað ávirkar so eisini veitingina til Føroya og Grønland, sum eru partar av innkeypinum hjá Danmark. Føroyar fáa umleið 1/100 part av koppingarevninum, sum Danmark fær, men hava higartil fingið lutvíst meira.
##med2##
Grundgevingin fyri at lata ES keypa inn fyri øll limalondini var, at so slapst undan, at ES-lond fóru at kappast ímóti hvørjum øðrum, og við 27 limalondum í einum blokki skuldi ES hava fíggjarligar og politiskar vøddar til at tryggja londunum nóg mikið av koppingarevni.
Sambært týska blaðnum Der Spiegel hevur ES verið ov seint at keypa koppingarevni frá BioNTech/Pfizer. ES hevur heilt einfalt keypt ov lítið, ov seint og í fyrsta umfari lutvíst skeivt.
ES hevur víst áhuga fyri fleiri koppingarevnum og hevur umbiðið fleiri sløg, sum ikki eru klár enn. ES gjørdi ikki sum eitt nú USA, Stórabretland og Ísrael og satsaði tíðiliga upp á koppingarevnið hjá Pfizer, sum skuldi vera tað mest lovandi. Stórabretland keypti í summar 30 av teimum fyrstu 40 milliónum skamtum frá Pfizer, og USA keypti 100 milliónir skamtar. ES bílegði 200 milliónir skamtar, men vildi bert keypa, tá ið koppingarevnið vísti seg at virka. Keypsavtalan varð gjørd í november. Hetta hevur við sær, at Stórabretland, USA og nøkur onnur lond hava fingið lutvíst fleiri skamtar enn ES hesa fyrstu tíðina, tí tey vóru fyrr at keypa.
– ES brúkti nógva tíð til at koma í gongd í summar. Tá ið heilivágsfyritøkur selja, siga tey vanliga, at um tit keypa koppingarevni nú, fáa tit tað sum tey fyrstu, tá tað verður klárt, so tað hevur nakað at týða, sigur Nils Strandberg Pedersen, fyrrverandi stjóri í Statens Serum Institut við Weekendavisen.
Ísrael, sum hevur slakar 9 milliónir íbúgvar, og tí kann roknast sum eitt lítið land samanborið við ES samveldið, USA og Stórabretland, hevur dugað væl at tryggja sær koppingarevni frá Pfizer og er komið longst við koppsetingini ímóti covid-19. Ísrael keypti tíðliga 8 milliónir skamtar frá Pfizer. Sambært The Times of Israel hevur ísraelska heilsuverkið seinastu dagarnar megnað at koppseta 150.000 fólk um dagin, og nú nærkast, at Ísrael hevur koppsett eina millión fólk – til samanberingar kann sigast, at Danmark í gjár hevði koppsett umleið 30.000 fólk. Gongur koppsetingin í Ísrael við somu ferð sum nú, kann Ísrael lata samfelagið upp aftur longu í vár.
Pfizer boðaði í gjár Statens Serum Institut frá, at fyritøkan kann lata nakað meira av koppingarevni næstu vikurnar. Danmark skuldi fáa 48.000 skamtar um vikuna, men Pfizer lovar nú at lata Danmark 58.000 skamtar um vikuna næstu tíðina. Eisini verður roknað við, at koppingarevnið frá Moderna kann veitast miðskeiðis í januar mánaði. Hetta kann hava ávirkan á, hvussu nógvar skamtar Føroyar fara at fáa.