Tú er tað, ið tú ger – ikki tað tú sigur tú ger

Boðskapurin í nýggjársrøðu løgmans stendur í grellari andsøgn við tað, sum fór fram lítla jólaaftan, tá flatskatturin bleiv endaliga samtyktur. Hinvegin er stórur samanhangur millum jólaheilsanina á Facebook um deyðan hjá norðurlendska vælferðasamfelagnum og flatskattagøluna.

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna Javnaðarfloksins
-----

»Man har et standpunkt, til man tager et nyt«, segði danski statsministarin og sosialdemokraturin Jens Otto Kragh í 1962 og so helt hann fram við at stoypa fundamentið til tað vælferðasamfelagið, sum í dag telist millum heimsins fremstu lond.
Løgmaður hevði eisini eina støðu og tók síðani eina aðra og so eina aðra og so endaði kann aftur, har hann byrjaði. Ella hvat?
Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at við flatskattinum varð tann berandi bulurin í fundamentinum til vælferðasamfelagið skræddur undan. Millum jól og nýggjár slerdi løgmaður so fast, at hugsjónarliga fyrimyndin ikki longur var tað norðurlendska vælferðasamfelagið, og at hendan samfelagsskipan var á veg í ommu sína.
Hetta vóru nýggir tónar frá Kaj Leo. Ókey, hugsaðu vit. Altíð nakað, at løgmaður bekennir kulør og at tað kortini er samband millum hugsjón og atgerð.
Tess meira surrealistiskt kendist tað nýggjársaftan, tá hann í nýggjársrøðuni rósti føroyska samfelagnum fyri júst teimum eyðkennum, sum norðurlendska vælferðaskipanin veitir. Løgmaður segði soleiðis:

»Vit eiga eitt samfelag, sum loftar, tá ið tørvur er á hjálp. Eitt samfelag, har ið øll hava møguleikar at skapa sær eina góða og gevandi tilveru. Eitt samfelag, har ið tey, sum forvinna meir, gjalda meir til felagsskapin, so vit kunnu tryggja øllum javnbjóðis møguleikar«.

Fyrsti setningurin rúmar tað sosiala trygdarnetið, annar setningurin sigur nakað um ríku mobilitetsmøguleikarnar, sum eru í samfeløgum við stórum javna, og triðji staðfestir at tann progressiva skattaskipanin – ikki flatskattur – tryggjar øllum javnbjóðis møguleikar.
Boðskapurin í nýggjársrøðu løgmans stendur í grellari andsøgn við tað, sum fór fram lítla jólaaftan, tá flatskatturin bleiv endaliga samtyktur. Hinvegin er stórur samanhangur millum jólaheilsanina á Facebook um deyðan hjá norðurlendska vælferðasamfelagnum og flatskattagøluna. Tá var vælferðasamfelagið fyri álopum á trimum grundleggjandi mótum.
Eitt er, at samgongan velur at lata teimum múgvandi nógv størsta partin av tí 265 mió. dýra skattalættanum, og at tey við løn undir 250.000 um árið ongan ágóða fáa. Tað máðar støðið undan tí solidariska samfelagnum, men tað kann løgmaður verja við spjaldrinum borgarligari ideologi.
Men at fíggja tann asosiala flatskattin við inntøkum, sum áttu at koma komandi ættarliðum til góða, er ófatiliga sjálvsøkið og beinleiðis ábyrgdarleyst.
Nú eru pensjónspengarnir skotnir út í rúmdina saman við fýrverkinum á nýggjárinum. Sannlíka avleiðingin er, at vit tey komandi árini mugu seta í verk fleiri brúkaragjøld fyri almennar tænastur, tí tað almenna megnar ikki sínar skyldur. Tá verður norðurlendska vælferðasamfelagið avmonterað.
At henda dáragerð somuleiðis bleiv buldrað ígjøgnum eftir lítlari løtu uttan atlit til ávaringarnar frá serfrøðingum, leikfólki og fakfeløgum er syndarligt og fær árin á komandi sáttmálasamráðingar á bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Fakfeløgsrørslan hevur søguliga átt stóran leiklut í at evna til tað norðurlendsku vælferðaskipanina í Føroyum, men nú hevur samgongan sett kílar í og fakfeløgini verða sædd sum andstøða til stjórnina heldur enn samstarvspartar í hesum krepputíðum. Og tað kann gera óbótaligan skaða frameftir.
Søguligu orðini hjá Jens Otto Kragh runnu fram fyri meg nýggjársaftan. Men meðan Kragh helt fast í projektinum um at smíða, tillaga og styrkja vælferðasamfelagið, er støðan øvugt í Føroyum.
Fólk kunnu við røttum spyrja, hvat løgmaður í roynd og veru meinar? Ilt er at vita nær hansara orð skulu takast fyri fult. Men gerðirnar, flatskatturin og pensiónsránið, standa sum lýsandi varðar um, at betur er at taka støðið ið tí, sum løgmaður og Sambandsflokkurin setur í verk, enn at lurta eftir, hvat ið hann sigur í hátíðarrøðum sum nýggjársrøðuni. Tykist sum at politikkur er eitt og føgur orð eitt annað og hvørt verður nýtt til ymisk høvi.