Tá eingin stórur fiskur er gýtir tann smái

- Støddin á gýtingarupsa er farin úr 70-75 cm. fyri nøkrum árum síðan niður í 55 cm. Tann smái fiskurin, sum slett ikki átti at verið gýtingarførur, hevur stór og góð rogn, sigur upsaskipari

Fiskivinna

Náttúran goymir nógv loyndarmál, sum munnu vera torfør at greiða út í æsir. Vit kenna tað úr havinum ? og vit kenna tað úr bakkanum, har fuglurin reiðrast. Er lítið at eta við landið, og smá útlit eru til, at fuglaungin kemur undan, er kent millum fuglamenn, at ikki allur lundin verpur í senn, men strekkir verpingina yvir eitt longri tíðarskeið. Soleiðis kanst tú eitt vánaligt lundaár síggja stórar pisur og smáar pisur hvørt um annað. Og kanska komu tær flestu pisurnar undan ? júst tí, at ikki alt varp í senn og skuldi ambætast í senn.

Smáur gýtingarfiskur

Upsaskipari, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at fyri einum átta árum síðan var vanligt, at gýtingarupsin var eini 70-75 cm. til støddar. Í dag fæst lítið og einki av hesum fiski og upsin, sum partrolararnir fáa, er fyri tað mesta upsi 3 og upsi 4. Hetta er smáur fiskur. Hendinga stórur upsi er uppi í veiðini hjá skipunum, men gongdin seinastu árini hevur verið hon, at fiskurin er vorðin smærri og smærri. Einaferð í fjør heyst var bati at síggja í støddini, men aftur í vár hevur tann nógva veiðan verið rættiliga smáur upsi.
Men eisini fiskurin í havinum dugir at "innrætta" seg eftir umstøðunum. Og gjørdi hann ikki tað, var eingin upsastovnur eftir.
Skiparin sigur, at nú vártíð er, og fiskurin gýtir, er vanligt, at upsi, sum liggur um 55 cm., ber stór og góð rogn.
- Eftir "røttum" skuldi hesin fiskurin ikki verið gýtingarførur ? og als ikki verið grundarlagið undir komandi "upsa-ættarliði". Men soleiðis er náttúran nú einaferð háttað, at tá ið tann stóri fiskurin er burtur av gýtingarleiðunum, gýtir tann smái fiskurin í staðin. Soleiðis er mynstrið broytt seinastu árini.

Upsavinnan í vanda

Skiparin sigur seg stúra fyri hesi gongd, bæði tá ið ræður um vinnuna á sjógvi og landi.
- Nú eri eg so gamalur, at eg neyvan sigli í meira enn eitt ella tvey ár aftrat. Hinvegin hugsi eg um teir, sum skulu bera arvin víðari og liva av tí, sum havið gevur. Tí mæli eg staðiliga okkara myndugleikum til at taka henda trupulleikan upp beinanvegin, soleiðis at finnast kann fram til ítøkiligu orsøkina til broytta gongdina og broytta veiðimynstrið, sigur skiparin