Arbeiðsvilji og áhaldni eyðkenna hennara sinni, og hon er ikki bangin fyri nýggjum avbjóðing-um. Bert 26 ára gomul misti hon mammu sína, og tvey ár seinni doyði eisini pápin. Í dag, 10 ár seinni, er hon vorðin blaðstjóri á Føroya einasta kvinnublaði. Eitt tíðarkrevjandi starv, sum hon er ógvuliga glað fyri. Men týdning-armest av øllum er at hava tað gott og verða nøgd við seg sjálva.
? Eg eri álvarsom, seti høg krøv til mín sjálvs, eri áhaldandi og dugi væl at síggja tingini frá ymiskum síðum og harvið ikki bert røkja egin áhugamál. Ikki minst so havi eg tíðina til tað, sigur 36 ára gamla Lena Lindenskov Mohr, tá ið hon verður spurd, hví júst hon tímir at arbeiða innan hetta yrkið.
Dámar at taka avgerðir
Lena hevur eina útbúgving sum cand.negot. við týskum og enskum. Útbúgvingin er innan búskap, mál og samskifti.
? Tað er partvís mín útbúgving, mítt arbeiðspláss og mínar royndir, sum gera, at eg kann vera blaðstjóri, greiðir hon frá. Lena hevur aðrar royndir frá blaðheiminum. Millum annað hevur hon verið samskipari á Atlantic Review - flogblaðnum hjá Atlantic Airways.
Blaðstjóranum dámar væl at taka avgerðir, og tað er nakað, sum hon ikki er bangin fyri.
? Mær dámar væl at hava ávirkan. Og so havi eg eisini stóran áhuga fyri menniskjum. Bæði eldri sum yngri.
Saman við hinum, sum arbeiða á Kvinnu, velur hon evnini til blaðið, og síðani skal hon góðkenna tað, sum verður gjørt. Men hon leggur dent á, at tað er ikki bara hon, sum avgerð alt sjálv - tað hevði verið ov eintáttað, heldur hon.
? Tankin um eitt kvinnublað hevur verið til leingi. Nú er hann so tilsnikkaður til føroysk viðurskifti, og tað áherðslan verður løgd á er at lýsa ting, ið eru viðkomandi fyri føroyingar - fyrst og fremst kvinnurnar.
Ongin reyðsokkur
At geva eitt blað út, sum er mest ognað kvinnum, kundi leitt tankarnar aftur á reyðsokkatíðina í sjeytiárunum. Men Lena sigur seg sjálva ikki verða nakran reyðsokk.
? Eg eri kanska tað, sum onkur vildi kallað nýfeminist. Tað, sum er mest umráðandi, er at vera nøgd við sítt lív.Tað kann vera líkamikið, um tú gongur heima, arbeiðir úti ella hvat tú gert. Bara tú sjálv ert nøgd við títt lív, so tú kanst vera nakað fyri teg sjálva og tíni nærmastu.
Hon sigur víðari, at alt skal metast út frá, hvørji vit sjálvi eru og hvørji virði, vit leggja dent á í okkara lívi. Lívið snýr seg ikki bert um, hvørjum klæðum tú gongur í, hvønn bil grannin hevur, og hvørjum klæðum børnini hjá øllum hinum ganga í.
? Hugsa heldur um, um tú ert nøgd við títt lív, og innrætta teg so eftir tí, eru ráðini frá Lenu.
Enn hevur hon ikki fingið nøkur børn, men tað er tó ætlanin. Hon er tilvitað um, at hon er ein karrierukvinna, men pláss skal eisini vera fyri børnunum.
? Eg veit ikki, um eg ætli mær at ganga heima og passa míni børn. Eg má síggja tá, hvussu eg havi tað við tí. Um eg ikki havi tað gott við tí, so fari eg ikki at ganga heima og hava tað ringt. Og eg vænti eisini, at børnini verða glaðari fyri eina mammu, sum hevur tað gott.
Missur
Sum 26 ára gomul misti Lena mammu sína, og bert tvey ár seinni doyði eisini pápin. Hetta er nakað, sum hon heldur hevur ávirkað seg á ymsar mátar.
? Ígjøgnum eina sorg upplivir tú nakað álvarsamt í tínum lívi, sum tú ikki ert harri yvir. Ert tú tilvitað um hetta, kanst tú læra at gerast glað aftur og berjast fyri teimum tingunum, ið gleða teg.
At missa foreldrini hevur eisini ført við sær, at Lena ikki er bangin fyri at møta fólki á gøtuni, sum eru í sorg ella at tosa um evni, ið kanska verða mett at vera tabu. Lena hevur ein beiggja, ið er tvey ár yngri, og eru tey ógvuliga væl.
Arbeiðið
Lena L. Mohr ásannar, at arbeiðið fyllir ógvuliga nógv í hennara lívi.
? Ræðuliga nógv! Viðhvørt kann eg halda, at tað fyllir í so nógv, men arbeiðið hevur nógv at siga fyri meg. Tað er spennandi, mennandi, avbjóðandi og á ein hátt kanska eisini nýskap-andi. Eg eri glað fyri mítt arbeiði, so tað kann gott fylla nógv. Og so livi eg saman við einum manni, sum eisini arbeiðir nógv. So tað passar væl til okkara lív beint nú.
Hon viðgongur, at hon dugir illa at leggja arbeiðið frá sær, tá hon kemur til hús.
? Tá eg ikki havi nøkur børn, so er ongin, sum rópar á meg. Av tí eg ongi børn havi, er tað ongin, sum rópar á meg. Hin møgu-leikin er sum oftast at hyggja at sjónvarpið, og tá dámar mær altso betri at seta meg framman fyri telduna, sigur Lena, og leggur so skemtandi afturat, at hennara nýggjárslyfti í ár er at duga betur at halda frí.
Men tá so koblast skal úr, so liggur leiðin til baðikarið ella arbeiðið í garðinum. Og tá hon ordiliga skal hugna sær, er hon saman við vinkonunum. Annars ferðast hon og maðurin út í heim ein til tvær ferðir um árið ? um várið og um heystið. Summarið njóta tey í Føroyum.
Einfalt
? Mín sterka síða er, at eg dugi væl at gera mál einføld. At finna inn til kjarnuna á eini uppgávu. Kreativitetur er ein síða av mínum arbeiði, og eg dugi at binda, seyma og kanska enntá tekna nakrar strikur, men eg hevði ikki sett meg í starv sum teknara, um eg so kann siga, sigur Lena og flennir.
Spurd um hon er framsøkin, svarar hon, at tað er ikki nakað, sum hon hugsar so nógv um sjálv.
? Eg eri ikki bangin fyri nýggjum uppgávum, men eg fyrireiki meg altíð væl. Eg havi álit á mær sjálvari uttan at vera bangin fyri, at tað er ov stórt ella ógvusligt, rundar Lena Lindenskov Mohr av.
???
Fimm ferðir?
Hvør skuldi verið tú í einum filmi um títt lív?
? Tað eru tvær kvinnur, sum mær dámar ótrúliga væl, og tað eru Meryl Streep og Meg Ryan. Men um ein teirra skuldi spælt meg, so skuldi tað verið Meryl Streep. Hetta kemst av, at hon spælir fjøltáttað, og so hevur hon meira seriøsar leiklutir. Eg eri sjálv ein rættiliga seriøsur persónur.
Um tú kundi viðtikið eina lóg, hvør skuldi hon so verið?
? Tað er rættiliga nærliggjandi at hugsa um kvinnur og arbeiðsmarknaðin, men eg haldi ikki, at tað skuldi verið avgjørt við lóg, hvussu nógvar kvinnur sita í løgtinginum. Tað mugu tær gera seg verdar til. Eg haldi hinvegin, at tað skuldi verið revsað at blaka rusk og annað órudd í nátttúruna í Føroyum. Tað er stór synd, og vit áttu at vart náttúruna betri.
Hvat kundi tú ongantíð funnið uppá at goldið fyri?
? Nú skal ein helst ongantíð siga ongantíð, men eg dugi illa at ímynda mær, at eg hevði fingið mær eina plastikkskurviðgerð.
Um húsini stóðu í ljósum loga, og tú kundi bjargað einum plaggi. Hvat hevði tað so verið?
? Føroysku klæðini, sum eg havi arvað frá mammu míni.
Enda setningin »Eitt kvinnublað er...«
? ... áhugavert, fjølbroytt, nútíðarhóskandi, fyri allar kvinnur, góðskugott, og tað skal serliga røkja áhugamál hjá kvinnum.
??????
Blá bók
Navn: Lena Lindenskov Mohr
Føðingardagur: 08.01.1969
Útbúgving: Cand. negot við týskum og enskum (búskapur og mál)
Starv: Blaðstjóri á Kvinnu
Bústaður: Ættað úr Fuglafirði, búsitandi í Havn
Familja: Livir saman við Beinir Kristiansen
Ein minnilig hending: At verða við til eina føðing hjá eini vinkonu. Eg hevði verið og fjakkað frammanundan og helt, at tað var ein ótrúlig hending, men tað at vera við til eina føðing var uppaftur ótrúligari. Tað var fantastiska lívsjáttandi at síggja.