Føroyingar hava í langa tíð útflutt fiskavørur til Russlands men miðskeiðis í 2008 vóru russar á granskingarvitjan í Føroyum, og tá varð allur innflutningur av føroyskum fiskavørum bannaður. Bannið var hildið í gildi inntil miðan 2009, tá loyvi aftur bleiv at flyta út fiskavørur til Russlands.
- Hetta er so fyrstu ferð síðani 2008, at ein russisk sendinevnd er í Føroyum og kannar eftir, at vit yvirhalda saniteru og vetineru krøvini, ið russar seta, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Russararnir hava vitjað runt á laksavirkjum, pelagiskum virkjum og verksmiðjutrolarum.
- Tað hevur stóran týdning fyri hesi virkini at sleppa á Russlandslistan, fyri at kunna útflyta fisk og fiskavørur til landið, og til dømis Christian í Grótunum stendur ikki á listanum. So fyri summi hevur tað stóran týdning at sleppa á listan, um tey ikki eru har framman undan, sigur Bárður Enni.
Tey seks fólkini hava verið býtt upp í tveir bólkar, sum síðani hava ferðst út til hesi 10 virkini og verksmiðjuskipini.
- Vit hava eisini havt trý fólk knýtt at russarunum, sum hava ferðast runt við teimum. Hartil hava vit havt tveir tolkar. Talan er um ein føroying, ið býr í Danmark, og konu hansara, ið eisini tosar russiskt, sigur Bárður Enni.
Stóran týdning
Tey seks russisku fólkini eru farin aftur til Russlands, og tað er nú upp til teirra at skriva eina frágreiðing um tað, tey hava kannað í Føroyum.
- Tað kann saktans taka tveir til tríggjar mánaðir, áðrenn vit fáa ta frágreiðingina aftur frá russum. Men tað, sum vit hava sæð seinastu árini, er, at útflutningurin til Russlands er øktur munandi úr 100 milliónum krónum upp í 460 milliónir krónur í fjør, sigur Bárður Enni.
Russar eru farnir ógvuliga gjølla og neyvt til verka, tá teir hava verið á virkjunum og skipunum og gjørt sínar kanningar.
- Tað er av stórum týdningi, at føroysku virkini og skipini liva upp til russisku krøvini, tí útflutningurin er fleirfaldaður eftir fáum árum, og tí hevur tað stóran týdning, at virkir og skip framvegis ella fyri fyrstu ferð sleppa at standa á Ruslandslistanum, sigur Bárður Enni.
Hann sigur, at tað hevur gingið væl hjá starvsfólkunum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at frakta russisku granskararnar runt til virkini, men hann dugir hinvegin ikki at siga nakað um, hvat hesi fólkini hildu um føroyska standardin.
- Tað mugu vit bíða eftir frágreiðingini hjá teimum fyri at fáa at vita, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.