Tá íð deksbáturin var álitið

Stutt eftir 1900 hendi ein kollvelting innan fyri útróðurin.

Eitt nýtt tíðarskeið kom í ljósmála, sum vardi í ein mansaldur – 30 ár - , men tá var tað at enda bæði gamalt og ótíðarhóskandi.Tað var ein stórhending í 1905, tá íð teir fyrstu deksbátarnir til útróður fóru í vinnu. Motorarnir vóru álitið heldur enn árar og segl.


Martin Fjallstein fer at greiða frá hesum tíðarskeiði á almennum fundi í Bátasavninum í Leirvík hósdagin 26. februar kl. 19.30. Í hesi bygd var nógvur útróður við opnum báti. Teir høvdu seks áttamannafør. Eini 50 bátar vóru tá í bygdini, sum var í vøkstri. Men tóku seg saman um nýggjar bátar, sum fingu navn eftir tí t.d. Partabáturin og Avlopsbáturin. Soleiðis var í so mongum bygdum fyri ikki at tala um á Eiði.


Tá íð útróðurin við opnum báti var upp á tað besta báðu megin 1900, hendi tað sum mátti henda. Útlendingar høvdu fingið trolarar, sum fiskaðu á føroyskum leiðum. Donsk guvuskip og guvubátar komu til Føroya, men føroyingar sjálvir høvdu bert árabátin og sluppina, sum var deyðsiglari. Føroyingar máttu eisini fáa bátar og skip við motori.


Eftir nakarar royndir beint eftir 1900 fór Lias við Rættará í Havn, Danjal Mortensen á Tvøroyri og Jákup bóndi á Biskupsstøð í 1905 undir at smíða bátar við dekki og motori. Tað var sum sólarris, roðin fór um allan himmlin og tað lýsti fyri nýggjum degi um alt landið. Í 1905 vóru seks motorbátar, men longu í 1911 vóru 110 bátar við dekki og motori, lugari, kabuss og last. Hesir bátar fiskaðu tá tveir triðingar av øllum útróðrarfiskinum.


Ongantíð fyrr hevði útróðurin verið fyri slíkari kollvelting. Tá heimsbardagin brast á og bretsku trolararnir hvurvu av føroyska landgrunnunum, menti toskastovnurin seg aftur. Tá kundu uppaftur fleiri bátar fáa nakað burturúr. Talið vaks og vaks. Kríggið var av og trolarar komu aftur á grunnarnar, men bátatalið vaks í hvørjum. Eftir 1925 fór tað upp um 200 deksbátar.


Leirvík var eitt gott dømi. Fyrsti báturin har var Alma úr Fuglafirði, sum teir driftaðu í 1909. So við og við komu aðrir avbygdabátar, sum leirvíkingar høvdu til útróðurin um várið. Áttamannaførini vóru sett á lunn. Menn fóru við deksbátunum. Hesir bátar vóru stundum nevndir motorbátar ella bara motorar. Hvørki í Leirvík ella í Kunoy var nøkur havn ella bátabrúgv. Kortini høvdu hesar bygdir eini sjey deksbátar í drift.


Víkin í Leirvík var ein opin bugur. Har vóru sker og steinar, men eisini sandeygu og slættur botnur. Motorbátarnir kundu liggja fyri teym har, tá íð líkindi vóru. Eftir kríggið vóru so nógvir bátar, at teir riggaðu til við tveimum ketum við sjey teymum. Í 1927 lógu níggju bátar fyri teym á Buginum. Hvør bátur hevði sín boyubát, gággukassa, fiskakjallara og handilsmann.


Men so vakur var sólarroðin ikki. Hann fór aftur í havið og boðaði frá ólíkindum. Tá íð bátatalið í landinum var upp á tað mesta, og leirvíkingar millum teir ídnastu við hesum bátum, tá var fyri langt síðani farið at tátta í bæði á grunnunum, á fiskamarknaðinum og heima við hús. Deksbáturin var so við og við farin tíð og aftur eitt nýtt tíðarskeið tók við.


Í fyrilestrinum fer Martin Fjallstein at greiða frá hesum tíðarskeiði í útróðrarsøguni við serligum atliti til Leirvík. Hvussu vóru umstøðurnar har til at hava deksbátar, fíggja teir og hava teir í drift, hóast eingin brúgv ella havn var har tá? Juel Høgnesen fer at seta sín dám á fundin við harmonikuspæli til felagssangin, sum eisini bendir aftur til hetta tíðarskeiðið.