Tíðliga sunnumorgunin hendi eitt ferðsluóhapp við Svínáir.
Ein bilur fóru henda morgunin út av vegnum beint við eitt rulluportur. Fólk, sum høvdu sæð tilburðin, boðaðu beinanvegin løgregluni frá.
Á staðnum kundi løgreglufólkini staðfesta óhappið, og kundu samstundis staðfesta at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Blóðroynd var eisini tikin av manninum.