Tíðarneyð: B71 spælir kanska heimadystin á Argjum

Kappingarskráin hjá Fótbóltssambandinum sigur, at B71 fær vitjan av KÍ í fyrsta umfarinum í landskappingini, sum verður avgreitt um vikuskiftið. Tað er hinvegin ikki vist, um sandoyingar sleppa at spæla dystin á Sandi.

Sandoyingar hava sjáldbodnir stríðst við at skifta graslíkið á vøllini inni í Dal seinastu vikurnar. Arbeiðið er framvegis ikki liðugt. Veðrið hevur darvað arbeiðinum. Í dag er ikki greitt, um vøllurin verður góðkendur til vikuskiftið.

 

Nevndin í B71 hevur tosað við AB um at spæla dystin á Argjum. Møguleikin at spæla dystin í Klaksvík er eisini viðgjørdur, so sandoyingar fáa heimadyst móti KÍ seinni í kappingarárinum.