? Vit hava fingið svar, men eg vil ikki siga hvussu nógv og hvørji.
Formaðurin í Suðuroyar Oljuvinnuráð, Viberg Sørensen, er ógvuliga kúrrur, tá hann verður spurdur eftir svarunum frá politsku flokkunum til fyrispurningin frá oljuvinnuráðnum um, hvørja støðu flokkarnir hava til, at ein komandi oljuvinna verður savnað í Suðuroynni.
Hóast seinasta freist at svara var 1. desember, vil Viberg Sørensen einki siga um, hvussu nógv svar eru komin. Tó vita vit, at Sjálvstýrisflokkurin hevur svarað, at hann ikki hevur tikið støðu í málinum, og síðani vita vit eisini, at eitt svar er komið frá Hergeiri Nielsen, sum sigur, at skilabest er at savna oljuvinnuna í Suðuroynni.