Át 80 hítir við hassji upp á fimm tímar

Tey, sum smuggla rúsevni strekkja seg rættiliga langt í royndunum at lumpa tollvald og løgreglu og hugflogið er gott

- Tey, sum smuggla rúsevni royna alla tíðina at verða eitt sindur frammanfyri okkum, sum royna at avúka tey.

Tað má Brynjer Johannesen á narkodeildini hjá løgregluni í Havn bara staðfesta.

Hann sigur, at seinasta rákið er bæði mannfólk og konufólk eru farin at smuggla rúsevni innvortis.

Eitt fyribrigdi, sum verður vanligari og vanligari, er, at rúsevni verða pakkað í hylki, sum eru í kindereggum, sum mannfólk og konufólk síðani stinga upp í seg.

Løgreglumaðurin sigur, at um so er, at hetta er ein roynd at sleppa undan at narkohundarnir skulu uppdaga nakað, er tað til fánýtis

- Eisini hetta slagið av smuggligt uppdaga narkohundarnar og teir gera eina týðiliga markerking um, at okkurt er áfatt, sum gevur okkum nóg stóran illgruna til, at vit kanna hesi fólkini nærri.


Át 80 hítir við hassji

Hinvegin hevur løgreglan og tollvaldið eisini varnast, at smugglarar hava pakkað smáar nøgdir av rúsevnum í hítir og hava svølgt tað og so fer tað ígjøgnum alla sodningarskipanina og út aftur hinumegin.

- Tann síðsti smugglarin vit tóku, sum hevði svølgt rúsevni, hevði svølgt 80 hylki av rúsevnum, har smáar nøgdir á stødd við eina pinocchiokúlu, varð pakkað inn í hítir og svølgt.

Smugglarin var farin upp klokkan sjey á morgni, men ikki fyrrenn fimm tímar seinni, klokkan 12 á miðdegi, hevði hann fingið svølgt tað síðsta hylki, so tað kann ikki sigast annað, enn at hann arbeiddi fyri sakini.


Stórt persónligt inntriv

Men verða rúsevni smugglað innvortis, noyðist løgreglan at gera tað, sum Brynjer Johannesen kallar eitt rættiliga stórt persónligt inntriv á likamið hjá fólki, tí tá skulu tey í skannara og til undirlívskanninar og aðrar læknakanningar fyri at finna rúsevnini.

Løgreglumaðurin sigur, at er talan um sterk rúsevni, sum verða svølgd, er tað at spæla russiska roulettu, tí tað er við lívinum í veð.

- Hendir tað seg, at ein hít skrædnar í maganum, stendur lívið næstan ikki til at bjarga, sigur Brynjer Johannesen.

Les eisini greinina: Biðja politikararnar um hjálp at basa smuggling