Myndugleikarnir í Egyptalandi siga, at teir eru komnir fram á loyniligar kontur, sum tveir synir fyrrverandi forsetan Hosni Mubarak hava í bankum í Sveis. Tað eru heldur ikki smávegis kontur, tí sambært myndugleikunum høvdu synirnir fjalt umleið 340 milliónir dollarar har.
Teir báðir synirnir sita í varðhaldi í Kairo og bíða eftir at koma fyri rættin, har teir eru ákærdir fyri korrupsjón og valdsmisnýtslu.
Fyrr hevur egyptiska ákæruvaldið sagt, at tað hevði lagt hald á umleið 450 milliónir dollarar, sum Mubarak-húskið og nakrir av teirra næstu stuðlum høvdu í ymsum londum í Evropa.