Symfoniorkestrið framførir Norsku Løvu

Føroya Symfoniorkestur frumframførir útseting av Norsku Løvu eftir William Heinesen

 

Modell av Norsku Løvu í Havnar kirkju

Bjarni Restorff hevur útsett fyri symfoniorkestur, og verkið kann upplivast á heystkonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 24. september og í Norðurlandahúsinum 23. september 

Verkið Norska Løva, ið upprunaliga var verk fyri klaver, bleiv skrivað av William Heinesen í 1963.

Bjarni Restorff hevur greitt frá, at hann altíð hevur hildið, at verkið vildi verið sera væl egnað sum størri orkesturverk, tí tá er møguleiki fyri fleiri klangvariantum, skrivar Føroya Symfoniorkestur.

Í 2008 fekk Føroya Symfoniorkestur nýggju útsetingina av verkinum frá Bjarna, og í 2021 kom Norska Løva út sum bók við partituri og stemmum. 

Bjarni Restorff er føddur í 1955 og starvast sum tónleikalærari á Tórshavnar Musikkskúla. Eisini hevur hann staðið á odda fyri Tórshavnar Manskóri í mong ár. Bjarni hevur eisini skrivað tónleik til blandað kór og manskór.

 

##med2##

Í samband við konsertirnar fer Magnus Rasmussen at greiða frá søguna um Norsku Løvu, ið fórst í Lambavík í 1707.

 

Modell av Norsku Løvu í Havnar kirkju