Nevndin í "H.K.H. Prins Henriks Fond" hevur avgjørt at lata 65.000 kr. til Føroya Symfoniorkestur. Peningurin skal brúkast til nýggja innspæling av føroyska tjóðsanginum.
– Hugskotið at innspæla tjóðsangin við okkara egna symfoniorkestri er gamalt. Men við stuðlinum frá "H.K.H. Prins Henriks Fond" er ætlanin komin so mikið langt, at væntandi verður tjóðsangurin innspældur í sambandi við nýggjárskonsertina í 2022.
Orkestrið fer tá at innspæla eina instrumentala útgávu og eina útgávu við kóri.
Uttanríkis- og mentamálaráðið játtaði í vár symfoniorkestrinum 50.000 kr. til innspælingina, og nú hevur danska kongahúsið eisini valt at stuðla verkætlanini.
Kostnaður fyri slíka innspæling er 350.000 kr.
– Vit eru sera takksom fyri og eyðmjúk yvir, at stovnar og grunnar í Føroyum og Danmark, virðismeta og stuðla arbeiðinum hjá Symfoniorkestrinum. Vit høvdu neyvan fingið dygga stuðulin uttan tónleikarar og kórsangarar, ið leggja nógv fyri at góðskan á tónleikinum altíð er so høgur sum gjørligt, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í orkestrinum.