Syðra helvt í Suðuroy beina kós ímóti størstu kreppu í søguni

?Vinnulívið í sðyru helvt í Suðuroy er farið í botn og hendir ikki okkurt munagott heilt skjótt, verður kreppan nógv meiri umfatandi enn í nítiárunum, sigur Rói Hjelm, formaður í Vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt

Kreppa ávegis

?Hendir ikki okkurt heilt munagott, verður kreppa heilt skjótt aftur í syðru helvt í Suðuroy. Og tann kreppan verður munandi meiri umfatandi enn kreppan í nítiárunum var.
Tað er Rói Hjelm í Vági heilt sannførdur um.
Hann er formaður í Vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt. Og Vinnuráðið hevur júst gjørt eina kanning fyri at vita, hvussu støðan hjá vinnuvirkjunum í Suðuroynni er.
?Kanningin umfatar framleiðsluvirkini í syðru helvt í Suðuroynni, sum virka vørur til útflutnings. Sostatt fingu 12 virki spurnarblað frá Vinnuráðinum og av teimum hava 11 virki svarað aftur, sigur Rói Hjelm.
Og myndin, sum tey 11 virkini tekna av støðuni er rætt og slætt døpur.
Virkini vórðu spurd, hvussu nógv starvsfólk, tey høvdu í fjør og nógv tey hava í ár. Tey vórðu eisini spurd, hvussu stórar lønarútreiðslur, tey høvdu í fjør og, nógvar tey vænta at hava í ár og somuleiðis vóru tey spurd, hvussu stórar lønarútreiðslurnar vóru fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár afturímóti í fjør.
At enda vórðu tey spurd, hvussu tey mettu útlitini vóru fyri framtíðini og um, hvat tey hildu at teir størstu trupulleikarnir vóru.
At enda skuldu tey siga sína hugsan um, hvat tey mettu skuldi til, fyri at bøta um støðuna.

Munandi versnað
Kanningin vísir, at í 2002 høvdu hesi virkini 340 fólk í arbeiði. Í ár er starvsfólkatalið 221. Tað er ein afturgongd uppá 35%, ella meiri enn ein triðing.
Í fjør høvdu hesi virkini lønarútreiðslur, sum vóru 65,5 milliónir og gongur, sum útlitini eru nú, verða lønarútreiðslurnar ikki meiri enn 36,1 milliónir í ár.
Tað er ein afturgongd uppá heili 44,9%
Meiri nágreiniliga vísti kanningin, at fyrstu fimm mánaðirnar í fjør, rindaðu hesi virkini 26 milliónir í lønum, men fyrstu fimm mánaðirnar í ár, rindaðu tær ikki meiri enn 13,8 milliónir. Talan er sostatt um eina afturgongd upp á 47,0 %. Veruleikin er sostatt, at higartil í ár svarar veruliga gongdin til metingarnar, sum gjørdar eru fyri alt árið.

Vánalig útlit
Kanningin vísir ikki bara, at støðan er nógv versnað seinasta árið. Hon er eisini eitt greitt tekin um, at vónirnar fyri framtíðina eru eisini syndarliga vánaligar
Rói Hjelm sigur, at av teimum 11 virkjunum, sum eru við í kanningini, var tað bara eitt virki sum metti, at framtíðarútlitini vóru góð. Eitt annað virkið helt, at framtíðarútlitini vóru sámilig.
Men heili fimm virki mettu, at framtíðin var meiri ivingarstom og heili fýra virki mettu beinleiðis, at tað sá svart út.

Flutningskostnaðurin størsti trupulleikin
Av teimum 11 virkjunum í kanningini, halda tey átta, at flutningskostnaðurin er tann størsti trupulleikin.
? Veruleikin er, at nógv av virkjunum noyðast umvegis Havnina, hvørja ferð, tey skulu flyta vørur til virkini og lidna framleiðslu av aftur virkjunum til útlondini.
Rói Hjelm nevnir sum dømi, at lemmavirkið í Vági hevur stórar eykaútreiðslu til flutning, bara tí at virkið er í Suðuroynni. Hetta eru útreiðslur, sum virkið ikki hevði havt, var tað í mistaðarøkinum.
So dýrt er at flyta vørur ímillum Havnina og Suðuroynna!
Tað sama ger seg eisini fyri ein stóran part galdandi fyri fiskavirkini, tí nógv av teimum hava eykaútreiðslur av at flyta ráfisk til virki og lidna vøru av aftur virkinum til útflutnings. Hetta eru útreiðslur, sum virkini í miðstaðarøkinum ikki hava.
Annars halda sjey virki, at høvuðstrupulleikin er trotið á vágafúsum peningi.
Fimm virki halda fíggingarmøguleikarnar verða ein høvuðstruppulleika. Fýra virki mettu vánaliga marknaðarprísin at verða avgerðandi. Trý virki hildu, at tað var ein stórur trupulleiki at liggja so langt burtur frá meginøkinum. Tvey virki mettu at atløguviðurskiftini vóru ein stórur truppulleiki og afturat hesum hildu sjey av virkjunum at aðrar truppulleikar vóru ímillum teir størstu.

Kreppan verður verri enn í nítiárunum
Rói Hjelm sigur, støðan í syðru helvt í Suðuroy er nú so vánalig, at økið stevnir beint ímóti eini kreppu, sum er álvarsligari og meiri umfatandi enn kreppan í nítíárunum var.
?Og skal gongdin vendast, verður neyðugt, at tað almenna setir tiltøk í verk, sum í fyrsta lagi javntseta virkini í útjaðaranum við virkini í miðstaðarøkinum og í øðrum lagi gera at fíggingarmøguleikarnir batna so at tað ber til at fáa fígging.
Og formaðurin í Vinnuráðnum í Suðuroyar Syðru helvt er sannførdur um, at skal sleppast undan vanlukkuni, skal gongdin vendast heilt skjótt, tí sum hann sær støðuna, er tann heilt djúpa kreppan beint fyri stavn.
Og tá ið hann metir, at kreppan í syðru helvt í Suðuroy hesuferð verður meiri umfatandi enn kreppan í nítiárunum, hevur tað fleiri orsøkir:
? Hesi seinastu árini eru fleiri skip og fiskiloyvi farin av plássinum, so at nú eru nógv færri skip í økinum, enn tað vóru í nítiárunum.
? Og sum útlitini eru nú, fer eisini øll alingini fyri bakka. Men í kreppuni í nítiárunum var hóast alt smoltalingini í syðru helvt í Suðuroy, eins og alivirki var alla tíðina og virksemið var eisini á Roykivirkinum í Porkeri.
Hann sigur, at bara alivinnan í Suðuroy, rindaði í fjør einar 35 milliónir í lønum og ALS o.s.fr.
? Dettur alingin niðurfyri, vera so tær 35 milliónirnar færri í umfari. Eg skjóti uppá, at eini 90% av teimum fullu niður í syðru helvt í Suðuroy, so tað er ongin ivi um, at tað fer at merkjast ógvuliga fast, dettur alingin niðurfyri.
Hann sigur, at í ár hevur eisini lítið arbeiði verið á fiskavirkjunum í økinum og á Skipasmiðjuni er virksemið eini nógv minkað.
Og sum útlitini við fiskaprísunum og marknaðarútlitini eru, er ilt at meta um, nær tann gongdin fer at vendast.

Almenn tiltøk neyðug
Formaðurin í vinnuráðnum sigur, at tey flestu virkini eru samd um, at tað almenna eigur at gera nakað við flutningskostnaðin, so at virkini ikki verða verri fyri enn onnur virki, bara tí at tey virka í Suðuroynni.
Tað kann gerast við at hækka flutningsstuðulin so at hann svarar til veruliga kostnaðin. Tað er eisini neyðugt, at flutningsstuðulin umfatar allar vinnur og ikki bara fiskavirkini.
Tað er eisini neyðugt at lækka farmagjaldið hjá Strandferðsluni, so at flutningur til og úr Suðuroy, ikki er dýrari enn hjá øðrum pørtum í landinum.
Somuleiðis er neyðugt at øll avgjøld í útjaðaranum lækka, á sama hátt sum gjørt er í Noregi.
Tey flestu virkini vísa eisini á, at tað gongst illa at fáa fatur á nóg mikið av vágafúsum peningi.
Fyri at hjálpa uppá hetta, er eitt uppskot frá Vinnuráðnum at gera eina ætlan verður gjørd fyri syðru helvt í Suðuroy eftir saman leisti sum Sandoyarætlanin á sinni og sum førdi við sær, at bæði flakavirkið í Skopun og á Sandi vórðu latin upp aftur.
Hvønn týdning tað hevur havt fyri Sandoynna, er óneyðugt at siga.
Somuleiðis verður neyðugt at stovna ein grunn fyri syðru helvt í Suðuroynni eftir sama leisti sum Føroyagrunnurin hevur virkað eftir í Norðoyggjum.
? Tað er heldur ikki neyðugt at greiða frá, hvønn týdning tann grunnurin hevur fyri vinnulívið í Norðoyggjum.
Og at enda heldur Rói Hjelm, at partur av tí peningi, tey í syðru helvt í Suðuroy gjalda ov nógv norður um fjørð fyri almennar tænastur o.s.fr., verður afturrindaður í serstakan grunn fyri syðru helvt í Suðuroy.
? Hesin grunnur skal umframt at veita eginpening til burðardyggar verkætlanir, eisini kunna stuðla á annan hátt, eitt nú veita flutningsstuðul, sigur formaðurin í vinnuráðnum í syðru helvt í Suðuroy.
Hann skoytir uppí, at eitt uppskot afturat kundi verið at at ein stovnur verður skipaður, sum líkist Bygdastovninum í íslandi, ið bara fíggjar vinnulív uttan fyri meginøkið.
Hann heldur, at somuleiðis eigur at verða kannað, um skip og/ella fiskiloyvi eru tøk, og síðani eigur at verða roynt at fáa hendur á teimum.
Men hann ásannar kortini, at eru fiskiloyvi fyrst farin úr økinum, er tað ómetaliga trupult at fáa tey aftur.
Men annars heldur hann, at vinnan eigur at samstarva um, at gera eina langtíðarætlan fyri økið.
Men so er tað eisini týdningarmikið, at hendan ætlanin verður fylgd, leggur hann afturat.